Teir løgdu inn í havnabýnum Arrecife á kanarisku oynni Lanzarote at fáa nakrar umvælingar gjørdar. Trupulleikin var, at battaríið umborð avladaði.
Túrurin úr Suðurportugal til Kanariuoyggjar tók níggju dagar.
Fyrradagin settust teir til árarnar aftur, og nú hava teir róð framvið næstu kanarisku oynni, Fuerteventura.
Feriustaðið Tenriffe er ikki langt haðani.
Fimm mans eru við bátinum. Umframt Livar eru teir tveir írar, ein serbi og ein niðurlendingur. Annar írin er ein ungur maður, sum er blindur, men sum hevur verið partur av írska landsliðnum í pararógving.
##med2##
Teir rógva úr Portimão allar sunnast í Portugal móti Franska Gujana, norðast í Suðuramerika. Væntandi tekur túrurin millum 50 og 60 dagar.
Livar Nysted við fýra øðrum tvørtur um Atlantshav
##med3##
##med4##