Løgreglan í amerikanska býnum Cincinatti legði uppí, tá ein maður setti seg at rópa, meðan Barack Obama, forseti, helt røðu á einum valfundi har í gjárkvøldið. Maðurin hevði eisini eitt skelti við ógvusligum myndum av apum.
Endin varð, at løgreglan fór eftir manninum.
Amerikanskir fjølmiðlar siga, at tað var týðiligt, at hendingin kom forsetanum illa við.
Tær flestu meiningakanningarnar vísa, at tað er at kalla púra javnt ímillum Obama og Mitt Romney. Hinvegin er Obama á odda í teimum flestu sveigstatunum, og tað kann geva honum valsigurin.