Við hesum verður Rógvi komandi árið at síggja í norskum fótbólti.
Hødd hevur ikki ta stóru siðvenjuna, men nýggir íleggjarar eru komnir til felagið, og hjá teimum er ætlanin at byggja eitt lið upp, sum um nøkur fá ár skal standa seg í kappingini í Tippeliguni, ið er besta norska deildin.
Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, sigur, at feløg úr bæði Onglandi, Italia, Belgia og Hollandi vóru inni í myndini, umframt okkurt annað norskt felag.
Fyrst og fremst vildi Rógvi helst ikki til royndarvenjingar. Og í aðrar mátar var tað Hødd, ið kom við einum góðum og konkretum tilboði, og tað endaði so við, at bæði HB og Rógvi tóku av.
Stórur áhugi fyri Rógva
Tað er eingin loyna, at útlendski áhugin fyri Rógva hevur verið stórur í seinastuni - ikki minst eftir góðu avrik hansara á landsliðnum, krýnd við 2 málum móti sjálvum heimsmeistarunum úr Italia. Fleiri útlendsk feløg hava verið í samband við Rógva, og eftir tingingar eina tíð er nú avtala gjørd við Hødd, at tað verða tey sum fáa gleði av Rógva komandi 2 árini. NAFA við Jákup í Stórustovu hevur verið umboðsmaður hjá Rógva, og hann er sera fegin fyri góða samstarvið.
Tíðin í HB
Rógvi kom fyrstu ferð til HB í 2001 og leikti síðani 4 ár í stríputa havnarfelagnum. Hesi árini gjørdist hann Føroyameistari 3 ferðir á rað, í 2002, 2003 og 2004. Í 2005 fór Rógvi til Íslands at leika við KR, har hann var til í fjør summar, tá boð aftur vóru eftir honum úr HB. Rógvi var sostatt ein týðandi partur av HB liðnum sum í 2006 vann FM í evstu løtu. Aftur í ár hevur Rógvi verið ein týðandi partur av HB liðnum, tó at úrslitið í ár ikki gjørdist heilt so gott sum ætlað.
Hesi árini Rógvi hevur leikt í HB, hevur hann verið Føroyameistari 4 ferðir og Steypavinnari 1 ferð. Hann hevur spælt 151 dystir og skorað 53 mál. Hann hevur verið ein ógvuliga eyðsýndur leikari, bæði á vøllinum, men sanniliga eisini uttanfyri vøllin.
Saknurin eftir Rógva verður óivað stórur, men HB hevur so nógvar ungar og evnaríkar spælarar, so tað verður ikki stórvegis trupuleikar hjá venjaratoyminum har, at finna rætta avloysaran.
Tíðin á landsliðnum
Rógvi Jacobsen hevur í síni tíð sum fótbóltsspælari, víst seg sum ein sera sterkan spælara í luftspælinum, og júst hetta, blandað við einum øðiligum stríðsvilja, vann honum eisini plássið á landsliðnum á sinni. Áðrenn seinastu undankapping, Føroyar luttóku í, hevði Rógvi skorað seks mál, bert trý færri enn bygdarmaður hansara Todi Jónsson. Og í seinastu kappingini megnaði hann at taka metið frá Toda og skoraði sítt 10. mál í Italia, móti heimsmeistarunum. Hetta var samstundis hansara næsta mál móti italiumonnum, tí hann megnaði eisini hetta bragd í Føroyum.
Vaktur áhugi
Júst hesi bragd, umframt at hann megnaði at skora øll fýra málini í undankappingini, ið Føroyar fingu hesaferð, hevur vakt áhugan hjá ymsum liðum kring um í Europa, og Rógvi hevði sjálvur eisini áhuga í einum skifti uttanlands. Rógvi metir tó ikki at man skal fara uttanlands at spæla fyri ein hvønn prís. – Eg kundi eins væl havt spælt víðari her í Føroyum, men mær stóð í boði, ein áhugaverdur sáttmáli, ið eg var glaður fyri, og tí valdi eg at seta mína undirskrift á, sigur Rógvi Jacobsen.
Hví IL Hødd?
Spurdur um hví Rógvi valdi júst norska IL Hødd, og ikki vísti tilboðum úr Italia, Onglandi, Belgia ella Hollandi ans, svarar Rógvi avgjørdur, at hetta var tað mest áhugaverda tilboðið.
- Fleiri tilboð vóru komin inn, men eg helt hetta vera tað mest konkreta, og hevði ikki tíð ella hug at bíða og at fara til prøvavenjingar, sum nøkur av hinum tilboðunum innibóru. Hetta lá konkret og gott á borðinum, og avgerðin er tikin, sigur Rógvi Jacobsen føroyingurin í tí norska, tey komandi tvey árini.