- Rógvi Jacobsen: Av øllum teimum vánaligu hjá Hødd var Rógvi í einum klassa fyri seg. Hann vann ikki ein luftdyst, og var nóg illa í ferð, sum hjá heilsurennandi. Óskiljandi, at hann fullførdi dystin. 1.
Norska vikublaðið leggur ikki fingrarnar ímillum, tá teir geva sína meting um avrikið hjá Rógva Jacobsen í gjár. Hann fær karakterin 1, ið er tann vánaligasti.
Sture Fladmark, venjari hjá IL Hødd, var heldur ikki nøgdur við føroyska landsliðsleikaran.
- Rógvi var væl vánaligari enn vit høvdu væntað. Vemund spældi heldur ikki væl. Eg vóni, at tað verður betri næstuferð. Teir eiga at tola at hoyra slíkt. Tá tað er sagt, so vóru tað ikki einstakir, sum høvdu skuldina, at vit taptu ? vit taptu sum eitt lið, sigur Sture Fladmark.
IL Hødd tapti 3-2 móti Nybergsund á heimavølli. Gestirnir vóru einu løtuna á odda við trimum málum móti ongum.
Mynd: vikebladet.no