Tað hevur verið arbeitt stillisliga við málinum, men nú tykist tað vera púra greitt: Rógvi Jacobsen flytir nú beinanvegin úr Hødd í næstbestu norsku deildini og til KÍ.
Samband hevur seinastu vikuna verið millum norska felagið og KÍ, og undan evsta marki fyri spælaraflytingum heitti KÍ á Fótbóltssambandið um at skipa so fyri, at spæliloyvið hjá Rógva varð flutt úr norska felagnum og til Klaksvíkar.
Síðani hevur verið samráðst um yvirtøkuprísin, og í dag er semja gjørd millum norska felagið og klaksvíkingar.
Tað hevur ikki gingið so væl hjá Hødd og Rógva Jacobsen seinastu tíðina, og felagið og ikki minst Rógvi hava verið áhugað í, at flytingin til Klaksvíkar skuldi gerast veruleiki.
Einki verður upplýst um, hvat KÍ hevur rindað fyri at fáa Rógva heim til barndómsfelagið. Sáttmálaskeiðið hjá Rógva og Hødd fevndi um árið í ár og eisini næsta kappingarár.
Vildu hava ordiligan styrk
Í Klaksvík siga teir seg vera ovurfegnar um, at tað hevur eydnast at fáa Rógva Jacobsen aftur til KÍ.
– Vit hava leitað eftir einum álopsspælara, men vit hava ikki viljað bundið okkum, uttan at vit vóru heilt vísir í, at talan fór at verða um orduligan styrk. Tá ið møguleikin at fáa Rógva aftur henda vegin kom upp, vóru vit ikki í iva um, at hetta var rætta loysnin fyri okkum. Tað hevur verið neyðugt við samráðingum í nakrar dagar, og nú er hetta tíbetur fingið frá hondini, og tað havi eg fatan av, at stuðlar og KÍ viðhaldsfólk eru fegin um, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
KÍ formaðurin heldur, at tað á fleiri mátar er framtíðar perspektiv í, at tað er Rógvi Jacobsen, sum nú skal styrkja um KÍ liðið og ikki ein útlendingur:
– Málið hjá okkum er at byggja eitt sterkt lið upp, sum fyrst og fremst skal verða mannað við spælarum, ið eru uppaldir í felagnum. Vit eiga nógvar ungar og evnaríkar spælarar, sum vit vænta okkum nógv av næstu árini. Um eitt fótbóltslið skal standa seg væl, so er neyðugt við javnvág. Trupulleikin hjá okkum er, at vit eiga so fáar spælarar, sum hava nógvar royndir, og sum samstundis eru í góðum fótbóltsárum. Rógvi Jacobsen hevur royndirnar, hann er í góðum fótbóltsárum, og hann er sera málsøkin, so tað fær illa verið betri, heldur KÍ formaðurin.
– Avtalan við Rógva Jacobsen er bara ein partur av stóra arbeiðnum, sum hevur verið gjørt og framvegis verður gjørt í KÍ. Felagið er væl skipað, nógv røsk og dugnalig fólk stríðast fyri felagið, eitt stórt arbeiði verður gjørt í ungdómsdeildunum, har vit hava nógvar góðar spælarar, og eisini kamarnir kring fótbóltin verða betraðir. Men vit eru ikki komin á mál enn, og vit fara at arbeiða miðvíst við at menna felagið næstu tíðina, sigur Tummas Lervig.