Skaðarnir, sum Rógvi fekk í Post-Cup kappingini í Ballerup, hava darvað venjing hansara heilt nógv hesar seinastu vikurnar.
Upprunaliga varð ikki hildið, at talan var um nakrar álvarsligar, hóast føroyski súkklarin beinan vegin varð fluttur á sjúkrahús.
Álvarsligari enn hildið
Seinni vísti tað seg tó, at talan var um hampuliga umfatandi løstir, tí umframt nógvu skurslini, hann fekk av fallinum, fór nøsin rættuliga illa, hann misti eitt lítið petti av einum fingri og talan varð eisini um skaðar í herðablaðnum og økslini.
Rógvi sigur frá, at hann hevur vant síðani hetta, men hann hevur havt fitt av pínu og trupulleikar við andadráttinum. Kortini gjørdi hann av at royna seg í meistaraheitinum fyri Jútland og Fyn, men vónirnar vóru sjálvandi ikki nakrar serligar undan kappingini.
Gjørdist nr. 6
Tað eydnaðist tó Rógva at vinna sær eitt sætta pláss, og vóru bæði hann og venjarin fegnir um hetta, ikki minst tá havt verður í huga, at venjingarstøðan langt ífrá er nóg enn.
Rógvi greiður frá, at rættuliga nógvur vindur var, tá kappingin fór fram, og kanska hevur hetta hjálpt honum í mun til kappingarneytarnar. Í øllum førum sigur vágbingurin, at hetta við vindinum kennist eitt sindur heimligt.
Komandi vikurnar fer Rógvi so at nýta til betra um venjingarstøðuna, og hvør veit, um hann ikki skjótt verður at síggja í heiðursmerkjarøðini, har tað tó sjálvsagt er sera trupult at vinna seg upp.e;tvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.
Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.
Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.