Rógvi móttikin við lógvabrestum

Seinnapartin leygardagin var móttøka fyri Rógva Jacobsen í Café KÍ. Fjepparafelagið skipaði fyri, og nógv fólk møtti at taka ímóti nýggja KÍ-spælaranum.

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ, greiddi frá, hvussu KÍ hevði fingið klørnar í Rógva, og so kom nýggi KÍ-spælari inn í Café KÍ, har hann fekk nógvar lógvabrestir.

 

Rógvi Jacobsen segði, at hann var sera glaður fyri, at hann nú aftur slapp at royna seg í KÍ.

 

Fyrsti týðandi dystur hjá Rógva sum KÍ-spælari verður tann 6. august, tá KÍ spælir ímóti B68 í Klaksvík.