Føroyar hava í kvøld tapt EM undankappingardyst í Kaunas ímóti Litava 2-1. Føroyska málið skoraði Rógvi Jacobsen við síðsta sparkinum í dystinum, tá ið hann eitt sindur úr høgru hegnisliga lyfti bóltin upp um eitt sindur uttarlaga stadda málverjan og umvegis handara stólpan og í málið.
Fyrra málið hjá heimaliðnum skoraði Edgaras Jankauskas í 8. minutti, og seinna málið skoraði Tomas Danilevicius í 52. minutti.
Føroyska liðið var meiri framrættað, enn tað plagar at vera. Føroyar høvdu fimm hornaspørk og Litava einki.
Meiri lív var í 1. hálvleiki, tá ið Christian Lamhauge Holst og Rógvi Jacobsen høvdu góðar møguleikar. Men Føroyar høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu, og tá ið Litava var komið framum við tveimum málum, var spenningurin burtur.
Málið hjá Rógva Jacobsen kom so mikið seint, at spenningur kom ikki í aftur, hóast úrslitið gjørdist 2-1 til Litava.
Føroyska liðið: Jákup Mikkelsen - Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg - Símun Samuelsen, Mikkjal Thomassen, Súni Olsen (Pauli G. Hansen, 63.), Christian Høgni Jacobsen (Andrew av Fløtum, 83.) - Rógvi Jacobsen - Christian Lamhauge Holst (Hans Pauli Samuelsen, 73.).