Rógvi, sum júst er fyltur 34 ár, hevur seinasta árið verið venjari í Fredericia í Danmark. Og eisini her í Føroyum hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Eitt nú hevur hann vant kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndli, umframt at hann tvær ferðir hevur leitt kvinnulandsliðið í Challenge-Trophy kappingini.