Ráðharrar niður í løn

Tá kreppa ger um seg, so skulu løn­mót­tak­arar aftra seg við løn­ar­krøv­um. So­leið­is er eis­ini í Dan­mark, men har royna tey ráð­andi at ganga á odda sum góð­ar fyr­i­mynd­ir.

Meðan okkara fólka­valdu júst hava felt eitt upp­skot um at frá­siga sær skatta­frí­ar løn­ir, sum eru nógv hægri enn ein arbeiðaraløn – og soleiðis ganga undir somu skattskyldu sum vanlig fólk, so ganga danskir ráð­harr­ar und­an sum fyrimyndir.
Fyrst var tað Lars Løkke Ras­mus­sen sum lækk­aði løn­ir­nar hjá sín­um ráð­harr­um við fimm pro­sent­um. Men tað ger Helle Thorn­ing-Schmidt eisini. Fram til 2015 fáa hon og henn­ara ráð­harrar lægru lønina.
Okk­ara pol­i­t­ik­ar­ar hava kop­­­i­­­e­­r­­­að lukr­a­­­tivu pen­sjóns­­við­­ur­­skift­­ini, sum dansk­­ir pol­­i­­t­ik­­ar­ar hava. Men tá tað snýr seg um at halda aft­­ur, so kopi­era okk­ara pol­it­ik­ar­ar ikki dansk­ar skip­an­ir. Løg­mað­ur vil »seta eina nevnd at kanna«, held­ur enn at seta hol á búld­ina við eitt nú at taka burt­ur skatta­fríu koyri­peng­ar­nar ­upp til 13.500 krón­ur um mán­að­in til lands­stýr­is­menn.
Áhugavert verður at síggja, um pensjónsaldurin hjá pol­it­ik­ar­um nú skal hækka úr 60 árum og upp til kanska 70 – ella um tað bara vera Palli­ba og Mar­sanna, sum skuldu lyfta tað byrðuna eisini...
– Men staðfestast kann kort­ini, at mun­­ur­­in á donsk­­um og før­oysk­um stjórn­ar­leið­ar­um er, at Løkke og Thorn­ing handla, meðan okk­ara snakka og kanna...