Ráðharravitjan úr Íslandi

Í morgin kemur Siv Friðleifsdóttir, íslendski ráðharrin fyri norðurlandasamstarvi og umhvørvi, á vitjan og verður her til fríggjadagin

Dagarnar 18.-20. august verður íslendski ráðharrin fyri norðurlandasamstarvi og umhvørvi, Siv Friðleifsdóttir, á vitjan í Føroyum.

Árið 1999 hevur Ísland formansskapin fyri norðurlandasamstarvi. Siv Friðleifsdóttir er sostatt formaður fyri samstarvsráðharraráði norðurlanda.

Ørindini higar eru saman við Hørgna Hoydal, landsstýrismanni, at røða um norðurlandasamstarv m.a. tættari samstarv millum londini í Útnorði og millum hesi og tey eystaru norðurlondini, samstarv millum norðurlond og grannar í Norðuratlantshavi og um norðurlandasamstarvið við atliti at ES.

Við í ferðini er maður Siv, Tórsteinn Húnbogason, og stjórin í norðurlandaskrivstovu Íslands Snjólaug Ólafsdóttir.

Hósdagin tann 19. august kl. 14.00 verður høvi hjá fjølmiðlafólki at hitta Siv Friðleifsdóttir og Hørgna Hoydal í Tinganesi.