Ráðharri í anglettinum

Meiri enn 60 altjóða serfrøðingar í eyðkvæmi krevja, at heilsumálaráðharrin í Suðurafrika, Manto Tshabalala-Msimang, skal leggja frá sær alt fyri eitt. Orsøkin er, at hon hevur sagt suðurafrikanskum HIV-smittaðum, at tey verða frísk, um tey eta hvítleyk, sitrón og reyðrøtur.

Orð hennara hava elvt til øsing millum serfrøðingar, og teir hava biðið Thabo Mbeki, forseta geva ráðharranum sekkin beinanvegin. Teir 60 siga í einum brævi til forsetan, at orð ráðharrans eru einki minni enn ein vanlukka. Teir vísa samstundis á, at nógvir suðurafrikanarar doyggja av HIV, tí teir fáa ikki tann neyðuga heilivágin. Millum tey 60, sum hava skrivað undir áheitanina, er Robert Gallo, sum gjørdi ta fyrstu blóðroyndina, ið kundi ávísa HIV-smittu.

Sambært AP sýtir forsetin fyri at koyra heilsumálaráðharran frá, men hann hevur sagt, at heilsumyndugleikarnir mugu útvega fólki betri upplýsingartilfar um HIV.