Jógvan Arge, valevni tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið
?????????????????????????????????????
Danska ætlanin var í fyrsta lagi at heiðra ymsar føroyingar við riddarakrossum og øðrum skreyti. At fáa riddarakrossin skuldi vera ein heiður, ið fekk maktfullar føroyingar at vísa statinum trúsfesti. Men hetta var ikki nóg mikið, helt embætismaðurin í forsætismálaráðnum Nils Arup. Neyðugt var eisini at spræna pengar inn í føroyska samfelagið, so Føroyar gjørdust heftar av pengunum úr Danmark.
Nils Arup nevndi beinleiðis, at endamálið við pengunum skuldi vera at fáa politiskar flokkar í Føroyum at stríðast um teir. Fólkaflokkurin skuldi verja danskar pengar í Føroyum við teirri grundgeving, at vinnulívið fór ikki at klára seg uttan. Javnaðarflokkurin skuldi halda um, at uttan danskar pengar kundi ongin tryggleiki skapast í landinum.
Hetta eydnaðist alt sera væl. Meira enn 50 ár eftir stendur høvuðsstríðið í Føroyum framvegis um danskar pengar. Blokkurin er á hvørjum munni, og hóast alt fleiri flokkar siga seg vilja hava hann burtur, so verður rinið og hvinið summastaðni, nú komið er til skarpskeringar.
Hetta innanhýsis klandur í Føroyum um eina fremmanda veiting førir ongan veg. Tað skapar ikki semju í landinum. Tað savnar onki fólk. Tað skapar ikki greiðar linjur í føroyskum politikki. Og tað fær ikki føroyskar politikarar at brúka sína orku upp á at gera tað, teir eru valdir at gera - av fullum huga at virka fyri menning og trivnaði her á sjálvum staðnum.
Ætlanin við heimastýrislógini er avdúkað.Tað nyttar ikki at halda fast við hana ella dagføra hana og kalla hana nakað annað. Vit mugu burtur úr henni. Leiðin er, at Føroyar gerast sjálvstøðugar, so Føroyar og Danmark verða javnsett. Forstáilsi eigur at verða skapt fyri hesi ætlan á fólkatingi, og samstarv við danir er nattúrligt.
Tjóðveldisflokkurin fer at virka fyri øllum hesum við eini frælsari føroyskari rødd á danatingi. Og hann fer at tala greitt..
X við E.