? Ætlanirnar hjá Helenu Dam á Neystabø um at niðurleggja skurðlæknavaktirnar á sjúkrahúsunum í Klaksvík og á Tvøroyri eru beinleiðis skelkandi. Hetta er einki minni enn tað sama sum at niðurleggja hesi bæði sjúkrahúsini.
Jógvan við Keldu heldur tað vera ógvuliga óheppi fyri fólk í norðoyggjum, um skurðlæknavaktin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður niðurløgd. Hetta heldur hann vera ein stóran niðurskurð av tryggleikanum hjá fólkunum, ið búleikast í norðoyggjum.
Landsstýriskvinnan ov veik
Býráðsformaðurin í Klaksvík heldur seg vita orsøkina til, at Helena Dam á Neystabø ynskir at skerja niður í skurðlæknavaktunum, ið eftir hennara tykki eru at meta sum dupultfunktiónir.
? Fyrr høvdu vit politiskt vald sjúkrahússtýri fyri øll trý sjúkrahúsini kring landið. Nú er umsitingin broytt, og partur av leiðsluni á Landssjúkrahúsinum er flutt í Almanna- og Heilsumálastýrið, ið ræður yvir øllum heilsuverkinum sum tað er. Í staðin fyri sjúkrahússtýrini hava vit fingið sjúkrahúsráð, men hesi hava hvørki fíggjarligt vald ella ábyrgd. Hóast Helena Dam á Neystabø er ovasti myndugleiki í Almanna- og Heilsumálastýrinum, hevur hon ráðgevarar. Bæði føroyskir og útlendskir, og eru tað hesir, ið veruliga sita við valdinum. Sannleikin er, at Helena Dam á Neystabø er ov veik á almanna- og heilsuøkinum, og tí letur hon embætisfólkini stýra sær. Ráðgevararnir hjá Helenu úr Danmark eru flest allir sentralistar, og duga hesir ikki at skilja, at landafrøðiligu viðurskiftini saman við øðrum viðurskiftum ikki eru tey somu sum í Danmark. Hesir halda, at tað loysir seg best við einum sjúkrahúsi, og tað skal vera í Havn. Hesum ráðum velir landsstýriskvinnan so at fylgja.
Niðurstøðan hjá Jógvani við Keldu er, at Helena Dam á Neystabø beinleiðis er vandamikil fyri sjúkrahúsini, og sigur hann seg ræðast hana, tá tað ræður um bæði tey smáu sjúkrahúsini.
Fyrimyndarligt sjúkrahús
? Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt fyrimyndarligt sjúkrahús, bæði tá talan er um effektivitet og um trivnað. Eingin ivi er um, at ein og hvør sjúklingur, ið hevur verið viðgjørdur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er væl nøgdur við bæði viðgerð og viðferð, sigur Jógvan við Keldu og vísir á, at starvsfólkum innan føroyska sjúkrahúsverkið dámar framúr væl at starvast á sjúkrahúsinum í Klaksvík.
? Tað er ikki lygn, tá sagt verður, at læknar í Havn kappast um at sleppa til Klaksvíkar at fremja sínar skurðviðgerðir. Hetta sigur Jógvan við Keldu seg skilja væl, tí eftir hansara tykki hevur landssjúkrahúsið landssjúkrahúsið aldri virkað.
? Á landssjúkrahúsinum hevur verið stríð tey seinastu 30 árini, og har stríð er, er oftani ov nógv fólk, og harafturat ger slíkt stríð, at effektiviteturin er fallandi. Aftur ímóti Landssjúkrahúsinum er Klaksvíkar Sjúkrahús eitt mynstursjúkrahús. Tí er einki undarligt í, at læknar heldur vilja koma til Klaksvíkar at fremja arbeiði sítt, heldur enn at gera tað í einum klandurshúsi í Havn.
Jógvan við Keldu vísir eisini á, at virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mun til játtanina er nógv størri enn á hinum sjúkrahúsunum.
Eisini fyri Eysturoyingar
Jógvan við Keldu vísir á, at tað ikki fara at ganga mong ár áðrenn fast samband er undir Leirvíksfjørði, og tá verður styttri vegur hjá eysturoyingum at leita sær hjálp frá sjúkrahúsinum í Klaksvík, heldur enn frá Landssjúkrahúsinum í Havn.
Hetta heldur Jógvan við Keldu, at myndugleikarnir eiga at hugsa um. Tí tá tað ræður um akutta sjúkraviðgerð, eiga sjúklingar sjálvandi at verða fluttir á nærmasta sjúkrahús. Tískil fer sjúkrahúsið í Klaksvík um fá ár, sambært býráðsformanninum í Klaksvík at verða álitið bæði í norðoyggjum og í Eysturoynni, um myndugleikarnir ikki beina fyri tí áðrenn.
Eisini vísir Jógavn við Keldu á, at ávísar serskurðviðgerðir verða gjørdar í Klaksvík, sum ikki verða gjørdar aðrarstaðir. Hetta heldur hann, at meira átti at verið gjørt við, eisini á Tvøroyri, so hesi bæði sjúkrahúsini kundu tikið eitt sindur av trýstinum frá Landssjúkrahúsinum. Men tó sigur hann, at myndugleikarnir allatíðina royna at mótarbeiða slíkum hugskotum, fyri at fáa mest møguligt at ganga fyri seg í Havn.
Fer ikki fram við borðinum
? Eitt er heilt vist, og tað er, at eg ætli ikki at lata møguligar ætlanir hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum um at niðurleggja skurðvaktina á sjúkrahúsinum í Klaksvík fara fram við borðinum. Tí ætli eg mær at hava fund við mínar politisku partamenn, so skjótt eg komi aftur til Føroya, sigur Jógvan við Keldu, sum í løtuni er staddur í Eysturríki saman við KÍ.
Jógvan við Keldu leggur tó dent á, at hann ikki fær at slíta nakra samgongu orsaka av hesum málinum.