Eitt vaktarfólk á einum sjúkrahúsi í Suðurpóllandi gjørdist stórliga ovfarið, tá ein 25 ára gamal maður, sum var staðfestur deyður av hjartasteðgi og lá í kuldarúmi á sjúkrahúsinum, bankaði upp á og bað um eitt teppi, tí hann var so kaldur.
Søgan, sum miðlar bera, sigur, at ungi póllendingurin hevði verið á barr. Hann hevði drukkið nógv og føldi seg ússaligan. Tá maðurin fór út um ein túr, small hann um. Hann hevði fingið hjartasteðg. Fólk, sum gingu fram við, fóru at rópa, og fólk komu til, sum royndu at bjarga manninum. Men, tað eydnaðist ikki.
Tá tað ikki bar til at bjarga manninum, har hann lá, varð hann koyrdur á sjúkrahús, har tey eisini royndu sítt besta fyri at fáa mannin aftur til lívs. Men, hóast nógvar royndir, fingu tey ikki hjartað í gongd aftur, og maðurin varð staðfestur deyður. Hann varð síðan lagdur í kuldarúmið á sjúkrahúsinum.
Men, seinni sama dag hoyrdi eitt vaktarfólk á sjúkrahúsinum onkur merkilig ljóð úr rúminum, har hin deyði lá. Vaktarfólkið ivaðist ikki í, at talan var um innbrot, men ljóðini komu úr sjálvum kuldaskápunum í líkhúsinum.
- Við skelvandi hondum læt eg eina av lúkunum í kuldaskápinum upp. Har fann eg eitt nakið lík, sum bað meg geva sær eitt teppi. Eg noyddist at rópa eftir lækna og løgreglu og læknin, sum var skjótur á staðið, kundi beinanvegin ovfarin staðfesta, at hin 25 ára gamli var livnaður uppaftur.
Maðurin spurdi nú sinniliga, um hann kundi fara heim. Tá hann var kannaður, og alt vísti seg at vera í lagi, tók hann ognarlutir sínar, segði blídliga takk og fór avstað. Men, á veg til hús, angraði hann, at hann ikki heldur fór á barrina aftur.
Og hann so gjørdi - ivaleyst við tí í huga, at tá tú yvirlivir tín egna deyða, so skal tað væl eisini feiðrast. Tað er eitt nú www.polennu.dk sum ber hesi tíðindi, men um nakað høpi er í teimum, skulu teir góðu gudarnir vita.