Ríkir norðmenn

 Norðmenn leggja nógva orku í at tryggja vælferðina hjá komandi norskum ættarliðum. Eitt lið í hesi ætlan er tann ovurstóri oljugrunnurin, sum er nógv vaksin í øðrum ársfjórðingi. Ognin var 915 milliardir norskar krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár, men í seinna var ognin vaksin til 943 milliardir norskar krónur. Tað eru hækkandi oljuprísirnir, sum eru orsøk til stóra vøksturin í norska oljugrunninum.