Ríkisfelagsskapurin heimsins besta skipan

   

Vit eru vanliga á einum máli um at vit liva í heimsins besta landi, so er spurningurin um ikki fyritreytin fyri at liva í einum so góðum landi, er ein politisk skipan ella ein politiskur felagsskapur, sum vit við góðari samvitsku kunnu kallað ein av teim bestu í heiminum, tú kanst ikki hava eitt gott land, uttan eina góða politiska skipan, tað er ikki møguligt, tað hevur søgan prógvað.
Hvør er tað sum forðar okkum at gerða sum vit vilja, eri glaður og stoltur at verða føroyingur, havi havt og havi persónligt frælsi at gerða alt tað, eg havi havt hug til gjøgnum lívið, havi ongantíð kent meg kúgaðan av dønum, ella nøkrum øðrum, havi kent meg frælsan og havi skilt, sæð og upplivað at føroyingar eru millum frælsastu fólkasløg í heiminum.
Heitið ella floskilin um hvat frælsi/fullveldi er, tað kunnu serfrøðingar í altjóða rætti útgreina, eitt nú hvørt talan er um nationalt frælsi ella persónligt frælsi.
Tað hevur stóran týdning at halda givin lyfti, og taka ábyrgdina av sínum gerðum, tað er hópin lættari at finnast at og pástanda at hettar ella hattar ikki er gott, mín áheitan til fullveldispolitikarnir í samgonguni er at halda uppat at niðurgerða tað skipan sum hevur verði karmurin um okkara vælferðarsamfelag fram til dagin í dag, og sum vit øll hava notið gott av.
Og um nakar kundi víst mær ítøkiligt dømi um atgerð frá teimum sum hava skert inntøkugrundarlagið við knappari hálvari milliard, sum miðar móti at gera Føroyar meira sjálvberandi, so hevði eg fegin vilja sæð tað á skrift.
Trupulleikin er ikki skipanin, men vit politikarir tað prógvaðu 80´ini.