Ríkisflaggið - ella ketsjupp í eitt ?

Tíðindaskriv

Kjakið um ríkisflaggið er lívligt, sambandsflokkurin vil ikki vita av tí, løgmaður sigur tað vera skemt, og hinir flokkarnir vita valla, hvat teir skulu halda. Dimmlætting harmast í oddagrein (!) um at føroyingar fáa ov lítið pláss og góðtaka tí ikki uppskotið!


Er tað so, at vit halda, at tað er fínasta slag at Ríkisfelagsskapurin er umboðaður í ST við Dannebrog? Meina vit nakað við tað, tá vit halda uppá at hesin góði felagsskapur skal umfata trý javnsett lond? Skulu vit kanska krevja av dønum, at teir kroysta Merkið og grønlendska flaggið uppí eitt hjørn, sum ketjsuppurin, tit vita, ella skulu vit gera eitt flagg í trimum hæddum við Merkinum, Dannebrog og grønlendska flagginum og hevja tað í húnar hátt uttan fyri ST?
Stóra Bretland hevur sítt felags flagg, Union Jack, í ST, men tá til dømis Ongland ella Skotland spæla fótbólt, tá veittra skotar og onglendingar við teirra egnu fløggum. Sjálvandi veittra vit við Merkinum, tá vit umboða okkara land og vit vinda tað eisini trúliga á stong heima hjá okkum, men vit kunnu ikki umboða Ríkisfelagsskapin við tí. Kanska veittrar Merkið uttan fyri ST ein góðan dag, men er tað ikki bara vanlig fólkaligheit at flagga við einum ríkisflaggið, til tann dagur kemur?
Vit ynskja øllum eitt lívligt kjak, og uppskotið kann, til løgmaður fær tað at hava við á næsta ríkisfund, síggjast á Listasavni Føroya, har longu nógv fólk hava verið og skoðað verkið.
Listasavnið er opið gerandisdagar millum 14 og 17, leygardag og sunnudag millum 14 og 18. Mánadag er stongt.

Blíðar flaggkvøður,
Astri Luihn,
Malan Marnersdóttir
og Malan Johannesen