Ríkisfundur í Vágum

Í dag ? týsdagin ? verður ríkisfundur hildin í Vágunum

RÍKISFUNDUR

Tað er ikki á hvørjum degi, at vágafólk hava ríkisfund í oynni. Ì dag ? týsdagin ? hittast teir tríggir, Anfinn Kallsberg, Jonathan Motzfeldt og Anders Fogh Rasmussen, á ríkisfundi í Miðvági. Ríkisfundurin verður á Skipaeftirlitinum í Miðvági, og hann byrjar kl.17.30. Anders Fogh Rasmussen, danski forsætisráðharrin, og Jonathan Motzfeldt, grønlendski landsstýrisformaðurin, koma til Føroya við flogfarið seinnapartin týsdagin.
Fylgið hjá Anders Fogh Rasmussen er rímiliga stórt. Hann hevur hevur átta fólk afturat sær í sínum fylgi í flogfarinum úr Keypmannahavn. Talan er um embætisfólk, ið starvast hjá Statsministeriet. Harumframt verður eisini ríkisumboðið í Grønlandi roknað uppí fylgið hjá forsætisráðharranum.
Grønlendski landsstýrisformaðurin hevur, umframt frú, eisini trý embætisfólk við sær.
?Stjórnin leggur stóran dent á, at vit hava eitt gott og konstruktivt samstarv í ríkisfelagsskapinum.
Eg gleði meg tí til at skifta orð við løgmann og landsstýrisformannin, sigur Anders Fogh Rasmussen í tíðindaskrivi.
Anfinn Kallsberg ger viðmerkingar til ríkisfundin aðrastaðni í blaðnum í dag.
Annars er tað at siga um skránn, at Anders Fogh og Jonathan Motzfeldt koma til Føroya kl. 16.40, og teir fara longu í eldin kl. 17.30. Fundurin er settur til at enda kl. 20, tá tíðindafundur er á skránni í hølunum hjá Skipaeftirlitið.
Sum altíð verður eisini skipað fyri einum døgurða í glæsiligum umhvørvi. Klokkan 21 verða húsini hjá Húsmøðrafelagnum í Sørvági karmur um ein døgurða fyri teir tríggjar stjórnarleiðararnar og teirra fylgi.
Mikumorgunin verður stuttur fundur hildin í skúlanum í Bø millum Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg. Klokkan tíggju kemur Jonathan Motzfeldt eisini á fund til klokkan 10.30, tá reikað verður av, og klokkan 11 fer Anders Fogh Rasmussen við Atlantic Airways til Keypmannahavnar.

Útnorðurfundur
Hóast Anders Fogh Rasmussen fer avstað, so verður Jonathan Motzfeldt kortini hangandi í okkara parti av heiminum við fylgi sínum. Mikudagin verður nevniliga útnorðurfundur, sum er tann fyrsti av sínum slag í longri tíð.
Íslendski forsætisráðharrin, Davíð Oddson, og fylgi koma til Føroya mikudagin kl. 16.40. Klokkan 19 verður útnorðurfundur, har Davíð Oddson fer at fundast við Anfinn Kallsberg og Jonathan Motzfeldt.
?Forsætismálaráðharri Íslands verður gestur løgmans hósdagin 22.08 og
fríggjadagin 23.08, har hann fær høvi at hitta myndugleikar, vinnulív og
mentanarlív okkara. Íslendski forsætismálará?harrin fer avstað aftur við
Atlantsflogi fríggjadagin seinnapartin beinleiðis til Reykjavíkar, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.