Ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum má greiðast!

Tað var helst væntandi at fáa ógvuslig aftursvar frá báðum mótpolunum, nú Føroya Javnaðarflokkur á landsfundi sínum í Vestmanna setti málið um ríkisrættarstøðuna aftur um tey nógvu ? av samgonguflokkunum forsømdu ? málini hjá fólki okkara at loysa í komandi valskeiði.

 

Birgir Mohr

Sandi

??????????


Tað var helst væntandi at fáa ógvuslig aftursvar frá báðum mótpolunum, nú Føroya Javnaðarflokkur á landsfundi sínum í Vestmanna setti málið um ríkisrættarstøðuna aftur um tey nógvu ? av samgonguflokkunum forsømdu ? málini hjá fólki okkara at loysa í komandi valskeiði.

Tann fundamentalistiska støðan hjá Hoydalsmonnunum er kend og nú eisini roynd. Hendan støðan er óvirðilig og hevur ikki fólkið aftan fyri seg. Føroyingar eru ikki »talibanar«. Føroyingar eru eitt upplýst mentafólk, og varaløgmaður sleppur heldur ikki at »frysta okkum niður«, so hann einsamallur sleppur at hóreiggja sær á hesum økinum gera okkum meira fyri skommum í Danmark.

Hinvegin má ásannast, at umboðar harra Eilif Samuelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, støðuna hjá Sambandsflokkinum, tá hann sigur: »Sambandsflokkurin hevði skverað málið heilt út úr valskránni«, so er tað misskilt harfrá.

Tí ríkisrættarmálið er óloyst enn, og kann tí ikki skverast út. Er allur Sambandsflokkurin framvegis so forstokkaður sum Eilif? Tað trúgvi eg einki uppá, tí flokkurin hevur verið frammi við einum uppskoti til nýggja avtalu við Danmark á hesum ríkisrættarliga økinum?

Og tá sami maður endiliga vil tosa um nítiárini ? valupplegg eru annars fyri framtíðina ? so hava vit øll ? uttan kanska Eilif ? ásannað, at júst tann fastlæsta støðan hjá Sambandsflokkinum í 80-unum 90-unum førdi til fullveldiskonfrontatiónina á Kristiansborg, sum Tjóðveldisflokkurin fekk Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin við uppá í 1998. Úrslitið ? ella tørvandi úrslitið av hesum politikki og avleiðingarnar ? kenna vit í dag. Men Sambandsflokkurin er ikki uttan óbeinleiðis skuld í hesum?

Javnaðarflokkurin vil loysa hetta mál ásannandi, at ein stórur meiriluti av føroyingum ynskir málið loyst á ein virðiligan hátt, og Javnaðarflokkurin hevur givið sítt boð uppá eina loysn, men er hvørki fundamentalistiskur ella einaráðandi á hesum øki, og tað er júst tí, at einki mál ? um hetta ? tørvar eina breiða undirtøku fyri loysnini bæði á løgtingi og millum Føroya fólk.

Tað nyttar onki at forða fyri eini loysn, tí man ræðist úrslitið. Málið má loysast í komandi valskeiði. Fáa teir flokkar, sum ynskja okkum burtur úr ríkisfelagsskapinum, meiriluta á løgtingi ? tað eru samgonguflokkarnir ? so fáa vit helst loysing. Men ynskir meirilutin í fólkinum eina loysn, sum liggur innan fyri ríkis- ella ríkjafelagsskapin, so vita tey, hvørjar flokkar tey kunnu atkvøða fyri. Vit hava fólkaræði her á landi.

Javnaðarflokkurin hevur eina støðu, sum vil longur fram á sjálvstýrisleið, men ikki burtur úr ríkisfelagsskapinum, sum gevur okkum ein hóp av fyrimunum.

Men eitt er vist, heldur Sambandsflokkurin fram við at forða øðrum til so mikið sum at royna at loysa ríkisrættarmálið, so fáa vit sum frálíður nógv størri trýst og krav um »loysing her og nú«. Hetta eru kensluliga viðkvom mál, sum ikki øll evna at taka støðu til við heilanum aleina.

Dimmalætting og Sambandsflokkurin kunnu vera heilt trygg um, at Javnaðarflokkurin veit og handlar út frá, at blokkurin bert er ein partur av ríkisfelagsskapinum, sum kanska ikki tørvur verður á í allari framtíð. Líkaleiðis veit Javnaðarflokkurin væl, at samfelagið er ikki statiskt, og vit handla út frá tí. Men vit ivast stórliga viðhvørt, um allir flokkar vita av hesum? Tí ikki ber til í allar ævir at »holde på det bestående«. Jú, vissuliga: tíðir skifta og tørvurin broytist.


P.S. Blokkstuðulin úr Danmark er bert avtalaður fyri árið 2002, so nýggjar samráðingar verða um hetta í 2002 undir øllum umstøðum.