Ríkisveitingin til Føroya hækkar 8,1 milliónir næsta ár

Skal ríkisveitingin til Føroya prístalsviðgerðast næsta ár, fer hann at hækka 1,3%.

Hetta hevur Landsstýrið nú fingið at vita frá donsku stjórnini.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, nú seinasta hon verður løgd á arbeiðið at leggja fíggjarætlan fyri næsta ár.

Heildarveitingin fyri 2012 varð prístalsviðgjørd, og hetta hevði við sær, at veitingin hækkaði úr 615,5 milliónum krónum, upp í 624,1 milliónir krónur.

Danska fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at skal heildarveitingin fyri 2013 eisini prístalsviðgerast, verður talan um eina hækking á 1,3%.

Jørgen Niclasen sigur, at landstýrið hevur boðað donsku stjórnini frá, at landsstýrið vil, at ríkisveitingin fyri næsta ár, skal prístalsviðgerðast fyri.

- Hetta hevur við sær, at heildarveitingin hækkar úr 624,1 milliónum krónum í ár, upp í 632,2 milliónir krónur næsta ár.

Sambært Hagstovu Føroya hækkaði prístalið 2,4% frá 3. ársfjórðingi 2011 til 3. ársfjórðing í 2012.

Verður talan um sama prísvøkstur næsta ár, verður í veruleikanum talan um, at ríkisveintingin næsta ár verður 1,1% lægri enn hon er í ár, hóast hon verður prístalsviðgjørd, sigur Jørgen Niclasen.