Úr kjallaranum og til 72 fólk í starvi

Fyritøkan hjá Kára Johannesen í Fuglafirði hevur síðani byrjanina í 1978 ment seg til eina av teimum stóru innan maskinsmíði

Jóannes Hansen


Tá vinnan í Eysturoy herfyri skipaði fyri fundi at lýsa støðuna hjá ymsu tættunum í vinnuni í oynni var Kári Johannesen í Fuglafirði tann, sum hevði orðið vegna tænastuvinnurnar í oynni.

Kári Johannesen vísti á, at í Eysturoy eru nógvar tænastuvinnur, sum veita vinnulívinum, húsarhaldunum og tí einstaka eina fjøld av ymiskum tænastum.

Fyri at lýsa umstøðurnar og korini hjá tænastuvinnuni í Eysturoy, brúkti Kári Johannesen sítt egna virki sum dømi. Á fundinum vóru bæði lands? og lokalpolitikarar. Kári Johannesen nýtti høvið at lýsa viðurskifti, sum hann við royndum frá sínum virkjum vildi ynskt vóru øðrvísi. Hetta hava vit eitt sindur meiri um aðra staðni á hesi síðuni.

Men áðrenn umboðið fyri tænastuvinnurnar í Eysturoy kom so langt, greiddi hann fundinum frá, hvør hann var, og hvussu gongdin og vit kunnu avgjørt siga menningin hevur verið á hansara egna virki.

Øll mundu samtykkja við Dan Reinert Petersen, løgtingsmanni, tá hann undir orðaskiftinum helt, at alt tað, ið var komið fram í lýsingini av støðuni hjá vinnuni, var sera áhugavert, men at eingin tók honum tað illa upp, tá hann gav til kennar, at lýsingin, sum Kári Johannesen hevði havt av, hvussu virkið hjá honum hevði virkað og ment seg, var serliga áhugaverd.

Tað halda vit eisini, at hon var.


Sólskynssøgan

KJ?Hydraulik á Kambsdali er eitt av virkisnøvnunum, sum tað tey seinnu árini hevur verið alt meiri at hoyrt um, og hesa seinastu tíðina hevur ikki so sjáldan verið at hoyrt um Hydro?Tech á Eiði.

Aftanfyri hesi bæði eru feløg, sum arbeiða innan maskinsmíð, og sum umframt til skip, bátar og onnur, ið brúka hydraulik, eisini veita tænastur til alivinnuna.

Felags fyri bæði feløgini er, at tað er ein og sami maður, sum er ánari. Maðurin eitur Kári Johannesen. Hann er ættaður úr Fuglafirði, og hann býr í Fuglafirði.

Í 1978 fór hann at arbeiða fyri seg sjálvan í kjallaranum heima hjá sær sjálvum í Fuglafirði. Virksemið øktist stútt og støðugt. Fleiri fólk komu í arbeiði, og í 1988 varð virkið flutt út á Kambs

dal í nýggjan bygning, og í hesi 570 fermetra stóru høll

ini halda teir framvegis til.

Hjá pf. Kára Johannesen maskinsverkstaði á Kambs

dali, sum hevur hjánavnið KJ?Hydraulik, starvast 47 fólk. 35 teirra starvast í maskinsmíðfakinum, og Kári Johannesen er sjálvur stjóri.

Kári Johannesen eigur og er nevndarformaður í Hydro?Tech á Eiði. Á hesum arbeiðsplássinum eru 23 fólk, og 20 eru í maskinsmíðfakinum. Virkið á Eiði heldur til í einum fýra hundrað fermetra stórum bygningi á havnarlagnum, og nú verður ein nýggjur bygningur upp á tólv hundrað fermetrar bygdur við síðuna av.

Á virkjunum á Kambsdali og á Eiði eru sostatt 72 fólk í starvi, og av teimum eru 22 lærlingar: 19 maskinsmíðlærlingar, ein goymslulærlingur og tveir skrivstovulærlingar.


Lønin fer víða

Í fjør vóru samlaðu lønargjaldingarnar 13,1 milliónir krónur. Um lønarveitingarnar verða roknaðar til eitt miðal tal fyri øll starvsfólkini ? tá verður roknað við, at lærlingarnir fáa somu miðalløn sum hini starvsfólkini ? so var miðalinntøkan í fjør 187 túsund krónur.

Tá havt verður í huga, hvørja tímaløn handverkarar fáa, og at ein lítil triðingur av arbeiðsfólkunum vóru lærlingar, sum ikki fáa fulla løn, so boðar miðallønin frá, at starvsfólkini í miðal hava arbeitt eitt stórt tal av tímum í 1999.

Umframt at arbeiða undir taki á omanfyri nevndu plássum, so gongur ein ikki so lítil partur av virkseminum fyri seg hjá fyritøkunum, sum fáa tænasturnar veittar á staðnum. Her er eitt nú talan um skip og alibrúk. Tað kemur meiri enn so fyri seg, at arbeiðsfólk verða send av landinum í arbeiðsørindum. Hetta sást í fjør aftur í, at umleið tíggju prosent av umsetninginum stavaðu aðra staðni frá enn úr Føroyum.

Lønirnar frá teimum báðum virkjunum fara víða, tí tey 72 starvsfólkini eru úr fimtan býum og bygdum í Eysturoy (av Toftum og Strondum og norður til Eiðis) og Streymoy (úr Havnini og norður til Haldarsvíkar).