Aker Kværner stovnaði á sinni felagið Aker Energy, sum var uppi í oljuleiting í norskum øki, men tá Aker Kværner bleiv umskipað, bleiv oljufelagið selt burturúr.
Men Kjell Inge Røkke hevur kortini ikki slept oljuni. Aker Kværner rekur eitt oljuøki í bretskum øki saman við Amerada Hess, og nú hevur felagið fingið tilboð um at yvirtaka fleiri øki í donskum og bretskum sjógvi, skrivar Aftenposten. Talan er um øki, har framleiðslan er farin at minka. Bæði í bretskum, donskum og norskum øki eru fleiri brunnar, sum eru um at tømast, og tað eru slíkar brunnar, Aker Kværner hevur fingið tilboð um at tøma.
Inge K. Hansen, stjóri í Aker Kværner, sigur við Aftenposten, at arbeiðið í bretskum og donskum øki skal stýrast úr Aberdeen. Hann leggur dent á, at felagið skal ikki sammetast við tey vanligu oljufeløgini, men heldur sum ein liður í oljuvinnuni.
-Okkara lutur kann roknast sum eitt íkast fyri at fáa fatur á teimum seinastu dropunum, sigur Inge K. Hansen, sum fyrr hevur verið stjóri í Statoil.