HB-veteranurin, Rókur av Fløtum Jespersen var alt annað enn nøgdur aftaná 2-3 tapið ímóti KÍ á heimavølli í dag.
Rókur av Fløtum Jespersen heldur, at tað var alt annað enn gott av honum og liðfeløgunum at koma á odda bæði 1-0 og 2-1, og so kortini standa eftir við ongum, tá dysturin var liðugur. Sjálvur gjørdi miðvallarin sítt við at skora til 1-0.
Rókur av Fløtum Jespersen staðfestir, at HB fór ov nógv at spæla uppá premissurnar hjá KÍ, har tað likamliga var sett framum tað bólttekniska.
Rókur av Fløtum Jespersen ætlar sær tó ikki at lata seg sláa av fótum av tapinum í dag. Hann og liðfelagarnir ætla uppá tilkomna hestin aftur áðrenn næsta dyst, sum verður ímóti NSÍ inni í Runavík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rók av Fløtum Jespersen aftaná dystin millum HB og KÍ.