Umleggingar á føðideildini
Ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, hava nú fingið avleiðingar.
Stemningurin á deildini er so vánaligur, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar er rýmdir av deildini.Tveir hava sagt upp og ein er farin í farloyvi.
Hvørki Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ella Fríðunn Jacobsen, álitisumboð hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á føðideildini vilja útihýsa, at enn fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fara.
Orsøkin til, at manningin nú fer av føðideildini á Landssjúkrahúsinum, er ætlanin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at umskipa deildina so at eisini ljósmøður koma inn á deildina at arbeiða.
Afturfyri skulu átta sjúkrarøktarfrøðingar sigast úr starvi.
? Hetta hevur ávirkað lagið á føðideildini nógv tann skeiva vegin og vit vóna framvegis, at umleggingarnar ikki vera settar í verk.
? Soleiðis hevur tað ikki verið, tí føideildin hevur verið ein deild, at starvsfólki hevur verið í góðum lag, men tað er tað ikki longur.
? Stemningurin er so vánaligur, at sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir at leita sær eftir øðrum størvum. Fyribils eru tríggjar farnar og tað eru eisini aðrar, sum umhugsa at søkja annað starv. Men tað er ilt at siga, hvussu nógvar fara og, hvussu nógvar verða verandi.
? Hetta er støðan, sum vit eru í beint nú og tí kann eg ikki annað enn at stúra fyri gongdini á føðideildini, sigur hon.
Ongar ítøkiligar ætlanir
Fríðunn Jacobsen heldur, at tey hava fingið alt ov lítið at vita um, hvussu ætlanin er at skipa arbeiðiðið í framtíðini og tí heldur hon eisini, at tað er trupult at siga, hvat úrslitið verður.
? Tað tykist sum at ongar ítøkiligar ætlanir eru lagdar, uttan at starvsfólk skulu sigast upp og tískil er tað ógvuliga ilt at fáa eyga á, hvussu umleggingarnar fara at føra eina betri tænastu og ein betri samanhang í arbeiðnum.
? Sostatt er tað eisini trupult at skilja, hvussu hetta fer at bøta um tænastuni, tí einastu ítøkiligu ætlanir, sum eru, eru tærm at sjúkrarøktarfrøðingar skulu sigast upp og ljósmøður skulu yvirtaka størvini.
Fríðunn Jacobsen sigur, at tí eru fortreytirnar ringar fyri at skilja, hvussu hetta fer at bøta um støðuna. Hon ivast eisini í, um leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur rætt í at hetta fer at bøta um støðuna.
? Av tí at vit onki fáa at vita um, hvørjar ætlanir eru, hava vit eisini sett spurnartekin við trygdina hjá pinkubørnum og barnakonum, sigur.
? Tað er ein sannroynd, at sjúkrarøktarfrøðingar við drúgvum royndum, fara av føðideildini, so tað er avgjørt orsøk til at seta spurnartekin við, hvussu tað verður, tá ið nýtt fólk skal taka arbeiðið upp.
? Sjálvandi fara øll at gera sítt besta, sama hvør arbeiðir á føðideildini, men spurningurin er, um vit hava ráð til at lata serfrøðina fara, sum hevur verið við til at bygt deildina upp.
Ivasamt við sparingini
Àlitisumboðið á føðideildini sigur, at sjálvandi skal samstarv vera ímillum fakbólkarnar.
? Men tað, sum nú er hent, ger, at fortreytirnar fyri samstarvi eru ómetaliga vánaligar, tí lunnarnir fyri einum góðum samstarvi eru ikki lagdir. Vit hava altíð havt virðing fyri ljósmøðrunum og tær hava havt virðing fyri okkum og tí er tað ógvuliga harmiligt at tað skuldi enda soleiðis og sum støðan er nú, er motivatiónin fyri einum samstarvi vánalig.
? Vit vilja hava virðing fyri okkara fakøkið, sigur Fríðunn Jacobsen og tí vil hon ikki taka lut í tí, sum hon kallar einum óvirðiligum orðadrátti um, hvat hvør fakbólkur dugur ella ikki.
? Tað er ikki hetta, sum málið snýr seg um. Tað, sum málið snýr seg um, er at ætlanin er at lata tað fakøkið sum eitur sjúkrarøkt og sum altíð hevur hoyrt undir sjúkrarøktarfrøðingunum, upp í hendurnar á einum øðrum fakbólki. Og tað, sum ger hetta enn truplari at skilja, er, at ongar ítøkiligar ætlanir fylgja við fyri, hvussu arbeiðið skal skipastr framyvir.
Fríðunn Jacobsen ivast eisini í, at tað verður nøkur sparing í at umleggja føðideildina.
? Helst verður ein sparing beinanvegin við tað, at átta sjúkrarøktarfrøðingar skulu sigast upp. Men arbeiðið á deildini skal halda fram og ljósmøður hava hægri løn enn sjúkrarøktarfrøðingar.
Ì hesum sambandi kann vísast á, at sum er, sita ljósmøðurnar á vakt og verða bara tilkallaðar tá ið kvinna skal eiga. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil fáa størri nyttu burturúr teimum og vil tí hava teir inn á føðideildina at gera nakað til nyttu, táið tær kortini eru til arbeiðis. Avleiðingin av tí er,at átta sjúkrarøktarfrøðingar missa starvið.
?Hetta kann tykjast skilagott fyri at fáa fulla nyttu burturúr starvsfólkunum, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Men veruleikin er, at ljósmøðurnar fáa bara 1/3 av lønini ímeðan tær eru á vakt. Men tá ið tær eru til arbeiðis, fáa tær sjálvsagt fulla løn, og hon er betri enn lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, so sparing er hetta neyvan, sigur hon.
Fríðunn Jacobsen sigur, at samstundis verður arbeitt við at endurskoða seingjatalið á føðideildini. Tað merkir uttan iva, at seingjatalið skal lækkast, so at barnakonur koma at liggja styttri á deildini. Men tað merkir so, at ljósmøður skulu vitja barnakonurnar heima ístaðin.
? Tí er allarhelst ongin sum helst sparing í hesum. Leiðslan hevur heldur ikki kunnað víst okkum eina rakstrarætlan fyri, hvussu stórar sparingar, talan er um.