Rúmið letur upp í kvøld

Í sambandi við, at nýggja lestrarhølið hjá Røddini letur upp í kvøld við einum braki av einari rokkkonsert, verður móttøka í hølunum í dag. Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, sum fer at bjóða vælkomin. Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur latið Røddini nýggja lestrarhølið í vónini um, at hetta kann verða við til at kveikja lív í miðbýin. Nú lestrarhølið letur upp, skipar Røddin fyri móttøku í dag klokkan 16.

 

- Vit ætla, at her skulu verða konsertir, fyrilestrar, verkstovur, kjakkvøld og ymiskt annað.

 

Sunneva H. Eysturstein, ábyrgdarstjóri hjá Í/F Røddini, sigur, at høvuðsfunktiónin hjá Rúminum verður at virka sum skrivstova hjá Røddini og sum savnandi lestrarmiðdepil fyri ungdóm.

 

- Vit bjóða góðar og róligar umstøður við ókeypis hentleikum sum eitt nú interneti, sigur hon.

 

Sunneva vísir á, at talan er um hølið á Vaglinum, har Meklarin áður helt til, og ein av nærmastu grannum er klassiski Fisk & Kips-handilin.

 

Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at bjóða vælkomin, og eisini verður kaffi og annað gott at fáa.

 

Sunneva H. Eysturstein sigur, at klokkan 21 í kvøld verður rokkonsert á parkeringsplássinum uttan fyri Rúmið við punkrokkarunum í 200, garasjurokkarunum, The Mirror Men - og við western rokkaranum, Benjamin Petersen.