Úr misnýtsludíkinum

Hóast frásøgnin tykist óneyðuga drúgv, eydnast tað Einar Már Guðmundsson at siga eina poetiska og klóka søgu úr misnýtsludíkinum í skaldsøguni "Rimlar hugans"


Síðst í februar í 2002 fær ein alkoholiseraður íslendskur rithøvundur, Einar Már Guðmundsson, eitt bræv frá einum fjeppara. Brævið er frá einum fanga í fongslinum Litla-Hraun, narkomaninum Einar Thor Jonsson, sum situr inni fyri at hava selt rúsevni. Í brævinum fortelur Einar Thor millum annað, hvussu væl tað hevur hjálpt honum í fongslinum at lesa bøkurnar hjá Einar Már Guðmundsson. Rithøvundurin skrivar tó ongantíð aftur til unga fangan og gloymir mest sum alt um brævið. Til trý ár seinni, tá teir báðir hittast av tilvild á einum AA fundi. Stutt áðrenn hevur Einar Már Guðmundsson nevniliga verið í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu, og roynir hann nú at finna fótafesti í eini nýggjari tilveru sum edrúur rithøvundur.

Tá Einar Thor bjóðar Einar Már Guðmundsson at síggja brøvini, hann og unnustan, narkomanurin Eva, skrivaðu til hvønnannan, meðan hann sat í fongsli, tekur rithøvundurin fegin ímóti. Mongu kærleiksbrøvini verða hjartatátturin í hansara nýggju skaldsøgu Rimlar hugans, sum kendi íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson lat av hondum í fjør við heitinum Rimlar Hugans



Handan hesar hugans rimar hoyra vit nú tríggjar røddir, sum sikksakkandi millum hvørja aðra siga sína søgu úr misnýtsludíkinum.

Inniligu kærleiksbrøvini millum Einar Thor og Evu eru mest at líkna við ein skreiðibana, har upp- og niðurtúrarnir endurspegla misnýtslutilveruna. Desperat royna tey at halda vónini hjá hvørjum øðrum uppi, meðan tey krøkja seg í felags vónina um einaferð at vera saman aftur og skapa sína egnu lítlu familju.

Meðan brøvini eru hjartatátturin í Rimlar Hugans er hetta eisini minst væleydnaði parturin av bókini. Brøvini fylla snøgt sagt ov nógv og flyta ov lítið í søguni. Eisini tykist tað lítið sannførandi, tá tey bæði mest sum byrja at fortelja sína lívssøgu í brøvunum á ein hátt, sum vistu tey als onki um hvønn annan frammanundan. Og tó - ivaleyst er ein meining við hesum, tí sum høvundurin einaferð staðfestir um misnýtarar "At siga søgur er okkara heilivágur". Við øðrum orðum grípa tey bæði kjansin at fortelja seg sjálvi fram sum menniskju í einum heimi, sum langt síðani er hildin uppat at lurta eftir teimum.

Hóast tey bæði krúpa á botninum í samfelagnum, eru tey í nógvar mátar munandi betri fyri enn høvundurin, ið sum frá líður byrjar at flætta sína egnu misnýtslusøgu inn millum brøvini. Her fáa vit søguna um rithøvundan, ið legði heimin fyri sínar føtur, men sum til endan bara hevði whiskysjussin eftir at tosa við. Sum heldur fyrilestur á einum viðgerðarheimi um leiklutin hjá rúsinum í bókmentum og sum billar sær inn, at øll stór list verður skapað í einum rúsi ella við timburmonnnum. Til hann sjálvur endar á viðgerðarheiminum og má sanna, at meðan Einar Thor sat handan rimarnar í fongslinum, sat hann sjálvur handan hugans rimar og royndi at stýra nøkrum, hann langt síðani hevði mist tamarhaldið á.



Víst kunnu søgur, har "ólukkuligur-misnýtari-fer-í viðger-og-gerst-eitt-betri-menniskja" vera bæði sannar og hjartanemandi. Men í skaldsøguhami verður úrslitið ofta ein suppa av nalvaskoðandi sjálvsterapi, lyftum peikifingrum og eyðsýndari søgugongd. Heilt snikkaleysur sleppur Einar Már Guðmundsson heldur ikki, tí ov long tíð gongur, til Rimlar hugans gerst áhugaverd, og eisini tykist søgan óneyðuga lang. Hinvegin hevur hetta eksperimentið hjá høvundanum sínar avgjørdu styrkir, ið tengja seg at bygnaðinum.

Bókin er skipað sum eitt dramadokumentariskt flashback, har tað kann vera ringt at skyna á, hvat er veruleiki, og hvat er fiktión. Og tað kann eisini gera tað sama, tí tað er hvørki sjálvbiografisku detaljurnar ella pínligu avdúkingarnar, sum gera Rimlar hugans áhugaverda.

Styrkin í bókini goymir seg heldur í mátanum, ið frásøguhátturin verður ein ímynd av syndraða lyndinum hjá misnýtaranum. Her gevur gamla snildið, at lata ein av høvuðspersónunum í søguni hava sama navn sum høvundurin, eina rættiliga ítøkiliga mynd av tí tvískinnaða trølli, høvundurin er vorðin í royndini at halda fast um lívslygnina.

At allar tríggjar søgurnar hartil eru sagdar í eg-persóni skapar í løtum ein rættiliga intensan framdrátt í søguni. Við byrjanina av ymsu kapitlunum veit lesarin nevniliga ongantíð, um hann nú verður lyftur upp á eitt ljósareytt skíggj av forelskilsi ella verður fløktur inn í kriminella narkotikaumhvørvi ella bara skal niður at sumpa í sjussum og øli saman við einum innbilskum rithøvunda. 



Mest hugtakandi er tó málsligi stílurin, ið sum altíð hjá Einari Már Guðmundsson javnvigar so fínt millum tað poetiska og neyvar sosialrealistiskar lýsingar. Ein sermerktur naivur reinleiki eyðkennir myndamálið, sum skapar ein tragikomiskan tóna, ið rungar leingi í høvdinum á lesararnum. Her minnir Rimlar hugans nógv um kendu skaldsøguna hjá høvundanum, Alheimsins Einglar, har sjálv frásøgnin tykist vera ein krystalliserað mynd av einum syndraðum heimi. Sum so ofta hjá Guðmundsson er kjaftabreiða reypið ein týðandi yvirlivingarmekanisma hjá persónunum - til viðbreknu metaforarnir koma krúpani og hótta við at rykkja teppi undan skroypiligu lívslygnini. Hesuferð eydnast tað.


Rimlar hugans - ástarsaga (á donskum: Sindets tremmer - en kærlighedshistorie)

Vindrose, 2008




Brot úr skaldsøguni:


Tú ert í ferð við at lesa "Hugans rimar - ein kærleikssøga", nýggjasta skaldsøgan hjá Einar Már Guðmundsson. Eins og í øllum mínum skaldsøgum taki eg mítt tilfar úr veruleikanum. Eg byggi á hendingar.

Legg merki til, at eg ikki sigi sannar hendingar, tí orðið satt kann vera ivasamt, ikki minst tá tað snýr seg um hendingar.

Og tó er tað eitt orð.

Eg verði ofta spurdur, tá eg tosi um mínar bøkur:

"Er hetta sannleiki ella heilaspuni?"

Einaferð lat eg hetta ganga mær uppá nervarnar, men so segði mamma mín:

"Tú skalt bara siga, at tað er sannur heilaspuni"


Rimlar hugans, s. 151

(leysliga týtt, blaðkv.)