Fyri einum hálvum ári síðani var altjóða samfelagið á gosi eftir at hava sæð filmin »Kony 2012« á YouTube. Filmurin var um virksemið hjá Lord's Resistance Army og leiðara hansara, Joseph Kony, í miðafrikanska landinum Uganda. Semja var um at gera enda á hesum ómenniskjaliga herliði, og at leiðarin skuldi takast og setast fyri Altjóða Revsirættin í Haag, har Joseph Kony hevur verið eftirlýstur tey seinastu sjey árini.
Ugandiskir hermenn og servandir amerikanskir hermenn leita framvegis eftir Kony. Men hann og hansara menn eru ikki lættir at finna – sjálvt við teirri mest framkomnu tøknini. Serfrøðingar vísa á, at Harrans Mótstøðuherur letur eingi elektronisk spor eftir seg, og harafturat er lendið sera væl egnað at fjala seg í. Sambært ST-aðalskrivaranum Ban Ki-moon, er átakið í Miðafrika ikki nógv umfatandi, til at tað veruliga kann gera mun.
Tað segði aðalskrivarin í summar, og tí er Harrans Mótstøðuherur framvegis virkin í fleiri miðafrikonskum londum. So seint sum næstseinasta vikuskifti frættist, at herurin hevði burturflutt 55 dreingir og gentur í tveimum bygdum í Miðafrikanska Lýðveldinum.
– Uppreistrarmenninir noyddu børnini at bera matin og ymiskt annað, sum teir rændu í bygdunum, sigur ein løgreglumaður í býnum Bangassou, sum er 70 kilometrar frá teimum báðum bygdunum.
Handtøka lítlan týdning
Tær báðar bygdirnar, sum fingu vitjan av Harrans Mótstøðuheri næstseinasta vikuskifti, eru í einum fjarskotnum øki í landnyrðingspartinum av Miðafrikanska Lýðveldinum. Hetta er eitt sokallað onganmannaland og tí eitt væl egnað øki hjá mótstøðuherinum at hóreiggja sær í.
Fyri fýra mánaðum síðani eydnaðist tað ugandiskum stjórnarhermonnum at taka Caesar Achellam, sum var ein av teimum næstu leiðarunum í Harrans Mótstøðuheri.
Uganda gjørdi nógv burtur úr handtøkuni, men serfrøðingar siga, at í roynd og veru hevði handtøkan lítlan og ongan týdning. Teir siga, at tað eru nýggir og ungir kommandantar, sum mynda leiðsluna í Harrans Mótstøðuheri saman við Joseph Kony. Hesir ungu menninir vórðu sjálvir rændir sum smádreingir og gera nú tað, sum teimum verður álagt.
Gera eftir boðum
Lord's Resistance Army, sum alment sigur seg ætla at skipa Uganda sum eitt samfelag við teimum tíggju boðunum í Gamla Testamenti sum grundvølli, fór úr Uganda fyri tólv árum síðani eftir at hava herjað tann norðara partin av landinum í fleiri ár. Herurin hevur burturflutt børn og brúkt tey sum barnahermenn og sum trælir, og tað eru fleiri dømi um, at børnini hava verið tvingað til at myrða sína egnu familju.
Tey seinastu árini hevur Harrans Mótstøðuherur verið virkin í Kongo, Suður-Sudan og í Miðafrikanska Lýðveldinum, men av tí at myndugleikarnir støðugt jagstra herin, hevur hann ikki longur nakra fasta støð í nøkrum av londunum. Tað er heldur ikki greitt, hvussu nógvar menn hann hevur. Summar metingar siga einastaðni millum 500 og 1.000, og yvirhøver er semja um, at talið er í hvussu er oman fyri 200.
Tað tykist vera longri og longri ímillum tey stóru álopini hjá herinum, men har hann er, er hann ein støðug hóttan ímóti sivilfólkinum á bygd, tí hann rænir bygdirnar og burturflytir børnini.
Bundu genturnar saman
Emmanuel Mbolindi, sum var vitni til ránið og burturflytingarnar hjá Harrans Mótstøðuheri næstseinasta vikuskifti, sigur við tíðindastovurna Reuters, at álopið byrjaði tíðliga leygarmorgunin, tá umleið 20 menn við sjálvvirkandi vápnum komu til bygdina Balifondo. Teir løgdu á einar 15 menn í bygdini og bukaðu teir. Síðani savnaðu teir 19 gentur í aldrinum 9 til 14 ár og bundu tær saman.
Tær ugandisku og amerikonsku herdeildirnar, sum jagstra Harrans Mótstøðuher, hava ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini hjá Reuters. Aðrar keldur siga, at nakrar fáar dagar undan álopinum vóru bardagar millum ugandiskar stjórnarhermenn og limir í Harrans Mótstøðuheri nærhendis bygdini. Maðurin, sum stóð á odda fyri hesari deildini av mótstøðuherinum, eitur Dominic Ongwen, og hann er ein av kommandantunum, sum Altjóða Revsirætturin í Haag vil hava fatur ná.
Dokumentarfilmurin »Kony 2012« gjørdist byrjanin til eitt átak á internetinum, sum amerikanski hjálparfelagsskapurin Invisible Children legði til rættis. Eftir fjúrtan døgum hevði filmurin havt ikki færri enn 83 milliónir vitjandi, men seinni komu fleiri viðmerkingar frá fólki, sum funnust at filminum og gjørdu gjøldur burtur úr honum.
Maðurin, sum gjørdi filmin, Jason Russel, varð tikin í San Diego í USA, stutt eftir at filmurin var komin á You Tube. Hann var hálvnakin og ikki við síni fullu fimm, tá løgreglan tók hann. Sambært familjuni leið hann av strongd eftir at hava verið undir stórum trýsti ta seinastu tíðina.
- - -
Joseph Kony:
Joseph Kony er føddur í 1961 har norðuri í Uganda og er úr ættarbólkinum acholi.
Joseph vaks upp í einum katólskum umhvørvi og var altardrongur í kirkjuni.
Í meiri enn 20 ár hevur hann staðið á odda fyri uppreistrarbólkinum Harrans Mótstøðuheri, sum við ógvuliga harðari hond sigur seg virka fyri at skipa Uganda við einum stýrishátti, ið skal byggja á tey tíggju boðini.
Í 2005 lýsti Altjóða Revsirætturin ICC eftir Joseph Kony, og í 2006 bleiv hann skuldsettur fyri krígsbrotsverk.
Í 2008 vóru Kony og ugandiska stjórnin komin langt við samráðingum um ein friðarsáttmála, men samráðingarnar slitnaðu, tá Kony kom við kravi um, at hann og hansara menn skuldu sleppa undan rættarsókn.
Joseph Kony heldur seg sjálvan hava eina andaliga serstøðu. Børn, sum eru flýdd frá honum, siga, at hann tosar ofta í tungum, og at hann vil vera við, at tað er tann heilagi andin, sum sigur honum, hvat hann skal gera.
Tað sigst, at Kony hevur havt minst 60 konur. Í flestu førum er talan um gentur, sum hann og menn hansara hava burturflutt.
- - -
Harrans Mótstøðuherur (LRA):
Harrans Mótstøðuherur (Lord's Resistance Army – LRA) varð stovnaður í 1987, og tað var Joseph Kony, sum stovnaði hann. Endamálið var at fella stjórnina í Uganda og at skipa landið við einum stýri, sum skuldi byggja á tey tíggju boðini í Gamla Testamenti.
Kríggið ímillum mótstøðuherin og ugandiska stjórnarherin tey næstu árini kostaði fleiri túsund ugandum lívið, og nógv vórðu illa løstað. Meiri enn tvær milliónir fólk gjørdust flóttafólk.
Harrans Mótstøðuherur er tiltikin fyri sín harðskap og fyri at burturflyta børn, sum síðani verða tvingað til at vera hermenn ella at virka sum sextrælir.
Altjóða Revsirætturin hevur havt eina altjóða eftirlýsing eftir Joseph Kony síðani 2005, og Afrikanska Samgongan hevur lýst Mótstøðuherin sum yvirgangsfelagsskap.