Rúna Sivertsen er avgjørt ein missur fyri Fólkaflokkin

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, harmast avgerðina hjá Rúnu Sivertsen um at taka seg seg úr flokkinum. Hon er avgjørt ein missur fyri flokkin, heldur formaðurin


Rúna Sivertsen var heilt vist eitt aktiv fyri Fólkaflokkin, heldur nýggi formaðurin í flokkinum, Jørgen Niclasen. Tí harmast hann eisini um, at Rúna hevur boðað frá, at hon tekur seg úr flokkinum. 



Nógvar dygdir

Í blaðnum í gjár greiddi Rúna Sivertsen frá, at tað var orsakað av vantandi møguleika at gera sina ávirkan galdandi, at hon tók seg úr Fólkaflokkinum. Hetta harmar nýggja formannin ikki minst júst nú, ið hann hevur sett sær fyri at breiðka flokkin. Sum formaður í Fólkaflokkinum er tað millum annað uppgávan hjá Jørgen Niclasen at endurnýggja flokkin. Eitt av hansara aðalmálum í tí sambandi er nettup, at yngru og kvinnuligu kreftirnar fáa meir pláss og verða sjónligari.

- Hetta er jú nettup nakað av tí, Rúna Sivertsen hevur eftirlýst og hevði tað verið ein upplagdur møguleiki hjá henni at gjørt seg meir galdandi, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur, at Rúna Sivertsen hevur nakrar dygdir, sum flokkurin hevur havt gleði av.

- Rúna Sivertsen dugir serliga væl at bera fram sín boðskap á ein hátt, sum treingir væl ígjøgnum. Hartil er hon sera arbeiðssom, sigur formaðurin. 



Vælkomin aftur

Hesar dygdir fær flokkurin neyvan gleðir av framyvir. Jørgen Niclasen frætti um avgerðina hjá Rúnu Sivertsen í fjølmiðlunum og hevði sostatt ikki møguleika at biða hana umhugsa sína støðu enn einaferð.

- Tað hevði eg heilt vist havt gjørt, um eg hevði møguleikan. Hinvegin hevði tað neyvan broytt nakað, tí sum hon sjálv sigur, hevur hon umhugsað sína støðu í flokkinum leingi, sigur Jørgen Niclasen, og leggur afturat, at hon er vælkomin aftur, um tað skuldi verðið.

- Hurðarnar hjá Fólkaflokkinum standa framvegis opnar fyri Rúnu Sivertsen, sigur hann.

Hóast Jørgen Niclasen harmast um avgerðina hjá Rúnu Sivertsen, so leggur hann áherðslu á, at tað framvegis eru nógvar góðar kreftir í flokkinum. Eisini kvinnur, sum vit koma at síggja munandi meir til, tá vit nærkast løgtingsvalinum.

- Men tað er altíð ein missur, tá góðir stuðlar venda flokkinum bakið. Tað ræður jú um at fjølga um flokkin og ikki øvugt, sigur Jørgen Niclasen.