Kavarar eru farnir at gera seg inn á gomul skipsvrak, sum liggja á botni ymsastaðni fram við norsku strondini. Eitt nú hava kavarar tikið ymsar lutir úr 77 av teimum 86 vrakunum, sum liggja á botni á Stavanger-leiðini. Tað elsta vrakið er frá 1537, og tí eru lutirnir søguligir, skrivar Aftenposten.
Tað er ikki heilt greitt, hvat kavararnir gera við teir rændu lutirnar. Tað mesta endar helst í Noregi, men sumt verður flutt av landinum og selt. Tað gongur tó ikki altíð. Eitt nú varð ein maður tikin í tollinum í Kristiansand í vár, tí tað vísti seg, at hann hevði fleiri gamlar vraklutir í viðførinum.
Norsku fornminnismyndugleikarnir royna at dylja, hvar tey gomlu vrakini liggja, men tað vísir seg ikki at vera so lætt at dylja slíkt.