Eitt av best umtóktu nøvnunum á kristna tónleikapallinum seinastu árini er Magni Christianen. Á seinastu fløguni fann hann sjálvan andan í Countrey í Nasville. Á Asfalt fer hann á pall við tí, ið vit longu hava uppliva á fløgu. Asfalt skrivar soleiðis um luttøkuna hjá Magna:
Magni Christiansen er nokk millum tey føroysku tónleikanøvnini, ið eiga ríkasta fløguarvin. Kovboy-kvíkingurin, sum Magni kanska eisini kann lýsast sum, hevur givið ikki færri enn fimm fløgur út. Allar hava verið væl móttiknar, men tann seinasta av hesum var heilt serlig, og rokna mong hesa at vera tí allarbestu. Tónleikurin, sum Magni spælir, er country, og tekstirnir eru andaligir. Tískil fór Magni til amerikanska heimstaðin hjá sjangruni at upptaka seinastu fløguna, nevniliga Nashville í amerikanska statinum Tennessee. Við sær í Tórsgøtu hevur hann Terja Vestergaard, Annfinn Jakobsen, Eivind Christiansen og Rúna Eysturlíð.