Rændu diamantar fyri 373 mió. krónur

Vápnaðir menn hava rænt diamantar fyri einar 50 milliónir evrur ella 373 milliónir krónur á flogvøllinum í Bruxerlles. Diamantarnir skuldu umborð á eitt sveisiskt flogfar, sum skuldi til Zürich.

-Hetta er tað størsta ránið nakrantíð, sigur ein talskvinna fyri World Diamond Centre í Antwerpen.

Belgisku myndugleikarnir vátta ránið. Teir siga, at ránsmenninir koyrdu ígjøgnum byrgingarnar við flogvøllin, uttan at eitt einasta skot varð latið av. Sum skilst tók ránið bara nakrar faar minuttir.

Løgreglan hevur funnið ein av bilunum, sum ránsmenninir brúktu, men hann var uppkolaður, tá løgreglan kom fram á hann.