Rændu nátaegg í Sandoy

Í dag vóru teir og rændu nátaegg vestanfyri á Sandoynni. Hann var landnyrðingur í ættini, turt og sól, men nógvur vindur var oman av oynni.

Umboð fyri Portalin var við, og viðheftar eru nakrar myndir frá ferðini og ræningini.

Teir kønu, sum við vóru, siga, at enn er heldur tíðliga at ræna nátaegg, tí enn hevur ikki allur fuglurin vorpið.

Hesin túrurin, ið líka so nógv var ein útferð, gav 110 nátaegg. Kønir siga, at hevði allur fuglurin havt vorpið, hevði talið helst verið tvífalt so stórt.

Ein ung kvinna var eisini við á ferðini, og hon settist ikki aftur, men var bæði niðri í berginum og gekk leys á rókunum.

Úr Sandoynni eins og aðrastaðni siga menn, at eisini nátin hevur verið í minking seinnu árini.

Liðið, sum rændi nátaegg í Sandoy í dag, er ikki hitt einasta, ið plagar at ræna í vertíðini, sum knappliga er byrjað.