Rændu pengaskáp á posthúsinum

Brotið varð mikunátina inn á posthúsið á Eiði, og pengaskápið var stolið. Løgreglan handtók tveir mans seinnapartin mikudagin, og annar viðgekk at hava framt innbrotið

Innbrot var á posthúsinum á Eiði mikunáttina. Tjóvar fóru avstað við pengaskápinum. Einar 20.000,- krónur í kontantum umframt frímerki og telefonkort fyri einar 55.000,- krónur vóru í skápinum, sigur leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni. Tveir mans eru handtiknir í samband við innbrotið.
Brotið varð inn gjøgnum eitt vindeyga á posthúsinum, greiddi Bergur í Garði, postverksstjóri frá, seinnapartin mikudagin. Síðan varð pengaskápið tikið á ein sekkjavogn og rullað út gjøgnum høvuðsdyrnar, og síðan flutt burtur. Hildið varð tá, at tað var við bili.
Men Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at okkurt bendir á, at gjóvrnir hava verið frekari enn so. At teir stutt og greitt hava trillað pengaskápið á hesum vogninum til eini hús á Eiði, har teir handtiknu menninir búgva. Síðan hava teir tømt tað og beint tað burtur aftur við bili, sigur hann. Fyri løgregluni hava handtiknu menninir upplýst, at teir hava tveitt tað á sjógv nærindis Funningi. Løgreglan skuldi leita á staðnum seinnapatin hósdagin.
Menninir, sum handtiknir eru, eru 28 og 30 ára gamlir, og kenningar hjá løgregluni, sigur Bergleif Brimvík. Serliga annara er sera góður kenningur, leggur hann afturat. Tá teir vóru handtiknir í Havn mikudagin, høvdu báðir hash uppi á sær, og tá húsarannsókn varð gjørd heima hjá teimum, varð eisini funnið hash, sigur Bergleif Brimvík.
Hann greiðir frá at løgreglan beinanveg, farið var at kanna húsini, fann sekkjavognin hjá Postvekinum, sum brúktur hevði verið at flyta pengaskápið við. Umframt er tað mesta av tí, sum var í pengaskápinum, eisini komið til høldar, sum hann tekur til.
Tann eldri maðurin hevur viðgingið at hava framt innbrotið, og hin at hava verið við til at beina pengaskápið burtur.