Talan verður um forkunnuga og ivaleyst eisini stórsligna tónleikauppliving, sum kann upplivast í Elduvík í annaðkvøld.
Saman við konu síni, Susanne, er Rúni Brattaberg í løtuni heima í summarfrí, og tey bæði hava játtað at geva føroyingum eina uppliving við stórslignu framførslum sínum. Bæði liva tey sum yrkissangarar, og seinastu tíðina hava framførslurnar kring Europa verið heilt nógvar í tali.
Saman við klaverspælaranum, Christopher Arpen, fara tey í morgin klokkan 19 at hava framførslu við gjónna í Elduvík, og har kunnu áhoyrar væntandi uppliva nakrar av mongu tónlistarligu góðbitunum, sum tey bæði kunnu borðreiða við.
Og er veðrið ikki vildar, eru eisini ráð fyri hesum. Sagt verður nevnliga, at gerst tað neyðugt, so verður konsertin flutt inn í krikjuna í Elduvík.