Rúni breyt beinið

Í fyrsta dystinum fyri ÍF breyt nýggi málverjin beinið og skal nú hava beinið í gipsi í seks vikur

 

Skaði


Ætlanin hevur verið, at Rúni Joensen skuldi vera málverji hjá ÍF í ár. Gøtumaðurin, sum umframt at hava spælt í barndómsfelagnum eisini hevur verið í NSÍ, var í málinum, tá ÍF spældi heimadyst í steypakappingini ímóti B68 sunnudagin. Men longu í 1. hálvleiki noyddist nýggi málverjin av vøllinum.

? Talan var um eitt hendiligt óhapp á hála vøllinum. Ein av B68 monnunum hevði stungið bóltin framvið málverjanum, men so gleið hann, og teir brustu saman. Rúni hevði nógva pínu, læknin kom á staðið, og tað varð staðfest, at talan var um brot nakað omanfyri øklaknútin. Boðini vóru, at beinið skal liggja í gipsi í seks vikur. Tað var sera óheppið hjá Rúna, heldur Pauli Jarnskor, sum er nýggjur venjari í Fuglafirði.

Miðvallarin Mortan Thomsen fór í málið at standa, tí ÍF hevði ongan eykamálverja. Allan Joensen, sum var annar av málverjunum hjá ÍF í fjør, verjir nú málið hjá LÍF.

Tá vit spyrja Paula Jarnskor, hvør nú verður málverji hjá ÍF, svarar hann, at tað veit hann ikki rættuliga:

? Eingin annar málverji hevur verið til venjngar, men tann spurningin mugu vit fáa eina loysn á nú beinanvegin.

Erling Joensen hevur verið besti málverjin í Fuglafirði í fleiri ár. Hann siglir, men í fjør var hann málverji, tá hann var heima. Ivaleyst fara Pauli Jarnskor og hinir í ÍF at vita, hvussu tað er við siglingini og frítíðini hjá Erlingi Joensen, áðrenn teir fara aðra staðni at leita eftir málverja.

Tað ber ikki til at siga, nær Rúni Joensen aftur verður tøkur ímillum stólparnar. Tað verður komið út um krossmessu ? 3. mai ? áðrenn gipsið verður tikið av. So skal beinið venjast í nakrar vikur, áðrenn hugsningur kann verða um fótbóltsvenjing. Tí er tað neyvan serliga stórt sannlíki fyri, at nýggi ÍF málverjin verður at síggja á liðnum í nógvum dystum undan summarsteðginum. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at taka seg upp.