Rúni fall í finaluni

Rúni Seloy gjørdi ein ordans vørr í innleiðandi kapping á 800 metrum, men hann megnaði ikki at fylgja við teimum sterkastu í finaluni Rúni Seloy betraði sín tíð við fleiri sekundum í innleiðandi kappingini. Í kvøld var so finalan í 800 metra renning á breyt.

Átta rennarar vóru við í finaluni, og kappingin hjá Rúna var sera hørð. Rúni legði væl fyri og fylgdi væl við fyrstu 600 metrarnar. Men tá teir sterku rennararnir fóru undir endaspurtin, dragnaði Rúni.

Finalan endaði við, at Rúni Seloy gjørdist nummar 7.

- Eg ætlaði mær at fáa eina betri tíð, men eg hevði brúkt nógvar kreftir í gjár, so eg kláraði ikki at renna skjótari, segði Rúni Seloy eftir kappingina.