Eins og tað hevur verið so manga aðrastaðni, so hava 20-22 mans vant við 1. deildarhópinum hjá LÍF fleiri ferðir um vikuna, heilt síðani januar mánaða, og síðani mars-apríl hevur dystur verið á skránni at kalla hvønn leygardag. Fótbóltsumhvørvið bæði fjølmiðlar, bygdarfólkið og mótstøðulið og áskoðarar hevur bitið merki í, hvussu væl evnaríka LÍF-liðið hevur staðið seg. Tað eru fleiri orsøkir til tess, eitt nú góðir leikarar og ein venjari, ið hevur fingið leikararnar at trúgva uppá, at teir kunnu fáa góð úrslit og eitt pláss í oddinum.
Hettar sæst alt á vøllinum, men tað er ikki nóg mikið. Tú skalt hava eina nevnd, ið setur sær høg, men realistisk mál, hon skal fáa pening til vega, ið ger tað møguligt at fíggja tað, sum krevst, heruppií hølir, vøll og útgerð, sjálvboðið fólk til tiltøk o.s.frv. Rundan um eitt 1. lið er nú á døgum eitt størri ella minni lið av hjálparfólki. Teirra millum eru liðleiðarar, ið síggja til, at alt tað praktiska rundan um liðið sjálvt verður avgreitt. Og her er nógv at hugsa um: Dómaraseðlar, læknataska, saftdunkar, klæðir, boðgeving, bussbílegging og alt tað, sum eg havi gloymt ella einki veit um ...
LÍF hevur verið væl fyri í so máta, tí vit hava havt teir báðar Páll Lervig og Rúna Heinesen sum liðleiðarar. Ólíkir, vóru sum brøður í hesum starvi: Kendu serheitirnar hjá hvørjum øðrum og kundu vera speiskir hvør við annan, men ansaðu eisini eftir hvørjum øðrum. Virdu hvønnannan, vardu hvønnannan. Stutt sagt hevur Páll verið all-round maðurin, meðan Rúni hevur tikið sær av klæðunum.
Allar hesar uppgávurnar kunnu í verki gerast meiri og minni effektivt, meiri og minni stundisligt, við meiri og minni nærlagni. Teir báðir hava gjørt sítt arbeiði av einslistum, har hevur eingin høllur verið á. Hjá Rúna var hvørt plagg vaskað og lagt saman, nummarmerkt og klárt at fara í hjá leikarunum, tá ið teir komu til venjing ella dyst. Tá ið LÍF spældi á útivølli, so kundi tú vera vísur í, at minst einar av LÍF-gaggur, viðhvørt fleiri, bara vóru har, tí Rúni hevði tikið tær við úr LÍF-húsinum fyri teir gloymsku LÍF-leikararnar.
Eitt er at røkja tær praktisku uppgávurnar til lítar. Liðleiðarar eru allatíðina tætt uppat leikarum og venjarum og fáa eyðvitað nógv prát við, eisini slíkt, sum ikki viðvíkur teirra øki. Eitt nú hvat leikarar siga um hvønnannan og um venjararnar, og hvat venjarar siga um einstakar leikarar. Eins væl og liðleiðarar við sínum hugburði og atburði kunnu samansjóða og skapa trivnað, so kunnu teir eisini skapa mistrivnað við opið at taka partí, bera ímillum og stinga kílar. Rúni var trúgvur sum trøllið. Satt at siga, so er tað ikki fyrrenn í hesum døgum, at eg veit av, at Rúni og Ovi eru brøður. Ovi hevur havt eina on-off tilveru á LÍF-liðnum í ár, og óivað munnu tað vera ymiskar áskoðaninar millum LÍF-viðhaldsfólk um, hvussu rættar hesar venjaraavgerðirnar hava verið. Men ongantíð havi eg hoyrt Rúna grett orð ella eið um hansara egnu hugsanir um hetta ella nakað annað viðvíkjandi spælarum, liðuppseting ella dystaruppleggi.
Rúni larmaði ikki nógv og hann var lítillátin (hyggur tú at liðmyndini á lif.fo, so vantar hann á myndini. Ikki tí hann ikki var har ta løtuna, men Tvætl, farið tit, eg behøvist ikki ...!). Men hann fylti nógv á onkran merkiligan hátt. Higartil havi eg bara vita tað, følt tað, men ikki vitað ella hugsað um hví. Nú veit eg tað fyri vist, hvat tað var, sum gjørdi tað. Tað var umsorganin, sum hevði tað við sær, áhugin fyri, hvussu hvør einstakur hevði tað. Álvara til sína tíð og ein speisk joke til sína tíð, eitt nú um fávitskuna hjá teimum, sum kundu finna uppá at halda við nøkrum øðrum enn Manchester United. Rúni, ið hevur verið liðleiðari so leingi, at eingin veit rættiliga hvussu leingi (síðani 1993-1995?), hann var góður við dreingirnar og teir við hann, og hann brendi fyri, at teir skuldu vera so væl fyri sum gjørligt at gera sítt fyri tann felagsskap, vit allir eru partar av. Men tað var einki gart, hann var bara har ... Í grundini var hann ikki ein liðleiðari, hann var ein av okkum, ein liðfelagi.
Tann, ið kom har sum fremmandur, kendi hettar beinanvegin. LÍF hevur í ár verið so heppið at hava KÍ-brøðurnar Jan og Allan Joensen í hópinum. Teir vóru sum vera man sera ivasamir, tá ið teir skuldu gera av, um teir eftir drúgva og trúgva tænastu hjá stórfelagnum skuldu flyta til bygdarfelagið handan Lorvíksfjørð. Eg minnist tað, sum var tað í gjár: Longu eftir fyrstu LÍF-upplivingina var allur ivi burtur! Teir føldu seg so væl móttiknar, har var alt so væl skipað, og so ikki minst stemningurin, atmosferan, hon var so sjáldsama positiv og mild, hóast tað ikki var við mýkindum undir venjing. Og eg lúgvi tað ikki, sum H.C. Andersen plagar at taka til í ævintýrunum, tí hettar er ikki nakað eg havi funnið uppá aftaná so løgdu teir straks til merkis, hvussu forkelaðir vit vóru av teimum bæði Pálli og Rúna ... Kaffi á kannuni. Morgunbreyð. Flutningur frá Dúgvuna og til Dúgvuna var fastur táttur fyrstu tíðina, tað var bara at siga frá, so vóru teir klárir.
At vera leikari ella venjari hjá einum 1. liði er bundisligt, tí tú ert heiman fleiri kvøld um vikuna í mánaðavís, og tað krevur forstáilsi heima og smidligheit, ikki minst um tú hevur smá børn. Javnan havi eg havt 6 ára gamla Dávid við til venjing og dyst. Leikararnir hava tikið væl ímóti honum, og hann trívist væl teirra millum. Men ungdómi líkt, so hava teir viðhvørt tosað argandi við hann ella tá ið teir hava viljað havt frið til sítt egna prát (tað er ikki altíð fyri børn!) so hava teir gjørt onkra fintu fyri at fáa hann út úr skiftingarrúminum. Tað er sum roknast kann við.
Hjá Dávidi er eingin ivi: Hans Fróði er nógv tann besti LÍFarin, og síðani koma Allan og Andrias. Men hesir garparnir í grønum, sum lorvíkingar hávirða og koyra á hvønn leygardag, eru ikki hægstir í metum hjá Dávidi: Størsta stjørnan hevur frá fyrsta degi verið Rúni. Hann tók ímóti hesum púra fremmanda smádreingi, ið er sum børn flest: Undrandi og spyrjandi bæði um hettar og um hitt, sum hann sá og upplivdi annars í hesum nýggja umhvørvi. Tosaði við dreingin, har sum hann var og soleiðis sum hann var. Gav sær stundir ... Onkuntíð kund Dávid bara vísa mær eina sodavatn ella eina 10 krónu við einum orði og einum skálkabrosi: Rúni!. Teir vóru vinir! Seinast, teir vóru saman, var tá ið teir sótu saman í bussinum úr Sørvági síðsta leygardag. Tá ið Rúni var í LÍF-húsinum, hugsaði eg einki um Dávid. Ikki tí Rúni ansaði eftir honum ella undirhelt hann. Men tí eg visti, at hann treivst!
Tað var Rúni, ið gav honum LÍF-nálina, og tað var Rúni, ið gav honum LÍF-troyggjuna, og fyri Dávid eru hettar skreytlutir og brúkslutir í senn, sum hann goymir sum reyðargull. Leygardagin spælir LÍF heima ímóti Royn. Rúni hevur langt síðani fyri seinastu ferð syrgt fyri, at klæðini eru klár. Tá verður Dávid eisini í skiftingarrúminum hjá LÍF fyri dystin. Og sum hann plagar, so fer hann í taskuna eftir LÍF-troyggjuni frá Rúna og letur seg í hana. Glaður og spentur, og stoltur, tá ið hann er komin í hana. Og kortini verður hendan upplivingin øðrvísi enn hon plagar: hettar verður íholdanin av mínum minnum um Rúna. Tey eru bara góð, og eg havi ikki hugflog at hugsa mær, at nakar, sum hevur kent Rúna, veit frá øðrum at siga.
Við síni stillføru og nærløgdu umsorgan fyri tí felagsskapi, sum hjartað hansara bankaði fyri, hevur hann óætlað reist sær sjálvum ein minnisvarða í LÍF-høpi. Hesin minnisvarðin eru øll tey spor, hann hevur sett í minninum og sinninum hjá okkum mongu, hann hevur samskift og samstarvað við hesi mongu ár og sum er hansara ríkiliga íkast til ta serstøku og rúmligu LÍF-mentanina. Dugir felagið at lesa tað, sum er ritað á hendan minnisvarðan og umsita tað hareftir, so verður LÍF eisini í ókomnum árum felagið, har einstaklingurin líkamikið hvør og hvaðani fer at trívast, ið somu løtu, hann er vorðin partur av felagsskapinum.
Eg eri takksamur fyri, at mær untist at kenna Rúna og læra so nógv av honum í verki um tey virði, ið hava týdning í felagsstarvi. Eitt virðiligt umboð fyri seg og síni. Fyri Lorvíkar Ítróttarfelag. Fyri ta fjøld av fólki, ið ger sjálvboðið arbeiði í fótbóltsfelagsskapum um allan heim.
Hvíl í friði, kæri vinur!
Heilsan,
Ólavur og Dávid