Rúni á Hvonn í kvøld

Hóast kavin er lagstur, so nervar tað ikki jazztónleikin. Í kvøld er aftur jazzur og Rúni Eysturlíð er DJ?assari á Hvonn Í kvøld verður aftur jazzur á Hvonn í Havn. Hesaferð er tað guitarleikarin Rúni Eysturlíð, ið er DJ´assari. Hann hevur áður verið DJ´assari á Hvonn, og hava tey kvøldini verið væl vitjað. Tónleikurin er millum annað melodiøsur funkkendur jazzur og sonevndur lounge groov tónleikur

 

Í longri tíð hevur tað verið støðugt vaksandi tal av vitjandi á Hvonn týskvøld, tá jazzur er.

Tað er týskvøld, tað er jazzur, tað er Hvonn, tað er tað!, sum fyrireikararnir taka til.