Á ránsveiði?

Einaferð varð flent eftir Sjálvstýrisflokkinum, tí at hann vildi ganga fram stig-fyri-stig, tá ið politikkur skuldi førast.

Um somu tíð, sum flent varð, var til ein flokkur, sum í navni sínum hevði undirheitið "radikalt sjálvstýri". Onkuntíð varð eisini flent eftir hesum og spurt, hvussu radikalt sjálvstýrið hjá hesum flokki mundi vera. Og svarið hava vit nú.
Jú, í Dagblaðnum nú um vikuskiftið sigur ein av tingmonnum Fólkafloksins, Jóanis Nielsen í Sandavági, at nú hevur eisini Fólkaflokkurin valt sær politisku stevnuna at ganga stig-fyri-stig.Sambært Dagblaðnum sigur hann orðarætt: "Vit arbeiða fram ímóti sjálvstýri eftir sama leisti, sum altíð: Stig fyri stig. Vit yvirtaka so hvørt sum ráðini eru til tað." So vita vit tað!
Sjálvstýrisflokkurin kundi saktans havt sum undirheiti orðini "pragmatiskt sjálvstýri". Men hvat merkir so hetta orðið pragmatisma?
Umframt at vera eitt hugtak í heimsspekini, so merkir pragmatisma í politiskum høpi ein politikkur, sum ikki er bygdur á dogmatismu (stívar lærusetningar), men á tað, sum er praktiskt gjørligt og neyðugt. Pragmatisma er eisini merkt av, at tú hevur ein evolutioneran framferðarhátt eitt nú í politikki, ella at tú tekur teg fram stig-fyri-stig, heldur enn at ganga við einum dreymi um at gera kollvelting og loysa allar trupulleikar í eini handavending. Tí er pragmatisman kanska ikki so háfloygd í orðum, sum proklamatiónirnar hjá teimum politisku flokkunum, sum dáma best tað taktiska spælið, men ongin skal vera í iva um, at avrikini hjá teimum politisku flokkum, sum hella til pragmatismuna, roynast best í longdini.
At tað hevur týdning at hava bæði beinini niðri á jørðini hava vit fingið dømi um. Vit síggja júst í hesum døgum, hvussu ein av loysingaflokkunum er vorðin fangaður í sínum egna taktiska spæli.
Bara tað at ein danskur statsministari smílist, men sigur júst tað sama sum ein múlatrútin fyrrverandi danskur statsministari, ger, at hesin loysingaflokkurin nú er í sjeynda himli og tosar um sjeymílafet.
Jú, soleiðis broytist alt!
Men Fólkaflokkurin átti nú at kent seg ov góðan at fara á ránsveiði eftir politiskari stevnu, tí stig-fyri-stig er júst politiska stevnan hjá Sjálvstýrisflokkinum - um onkur skuldi havt gloymt tað.