- Nú má bilferja til Nólsoyar byggjast
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, eftir at rok var í Nólsoy í gjár, tá nólsoyingar mótmæltu, at Ternan enn einaferð verður tikin úr sigling um Nólsoyarfjørð fyri at setast inn á Skopunarfjørð.
Annika Olsen vísir á, at sambandið millum Nólsoy og Havn er ikki nøktandi, og avloysaraskipini - í hesum førinum Jósup - eru ikki nóg stór at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð.
Annika Olsen sigur eisini, at um 60 fólk skulu til Havnar úr Nólsoy hvønn dag, antin í skúla ella til arbeiðis, og at eitt ótal av børnum ferðast til Havnar til tónleik og ítrótt.
- Enn einaferð fáa Nólsoyingar eina skerda ferðaætlan, og Jósup røkir farleiðina millum Nólsoynna og Havnina. Jósup er ein fínur bátur, men rørslutarnað fólk eru sett til viks, og enn einaferð mugu vinnurekandi standa við sviðið soð, sigur Annika Olsen.
- Tað skuldi verið óneyðugt at greitt myndugleikunum frá, hvussu bundin fólk í Nólsoy eru av hesi farleið. Hetta er teirra lívæðr, leggur borgarstjórin í Havn aftrat.