Turið Kjølbro
Í ólavsøkurøðuni segði løgmaður, at vit eiga at seta fulla orku á betri uppvenjingar til rørslu- og menningartarnað í Føroyum. Hesum tekur avvarðandi landskvinna í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, undir við. Spastikarafelagið ótolnast eftir, hví einki hendir, tá ið politiski boðskapurin er so greiður, men áður enn nakað ítøkiligt kann henda, skal ein arbeiðsbólkur, sum júst er settur, útgreina nærri, hvussu stórur tørvurin á uppvenjingartilboði er í Føroyum. Arbeiðsbólkurin skal geva landsstýriskvinnuni eitt tilmæli um, hvussu henda viðgerð kann veitast í Føroyum, og hvussu royndirnar, vit fáa uttanlands, kunnu setast í verk her.
Almanna- og heilsumálastýrið hevur í hesum árinum havt samstarv við rørslubólkin hjá MBF.
- Vit hava í hesum árinum stuðlað børnum í at fara til Skotlands, har tey hava fingið uppvenjing, fyri síðani at kunna brúka royndirnar, tey hava haðandi, til at seta á stovn virksemi í Føroyum. Spastikarafelagið hevur síðani gjørt vart við, at tey eisini ynskja, at størri børn og vaksin fáa eitt slíkt tilboð, og at tey hava fingið í lag samstarv við ein svenskan venjingarmiðdepil. Men vit hava svarað teimum, at soleiðis sum viðurskiftini eru í løtuni, mugu vit heldur bíða eftir arbeiðsbólkinum, áðrenn vit senda fleiri fólk av stað til annan miðdepil enn tann svenska. Í hesum liggur eisini, at vit hava raðfest at givið børnum eitt tilboð í fyrstu atløgu. Áðrenn vit brúka fíggjarorku uppá onnur, mugu vit hava eina heildarætlan, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.
Heildarætlan
Serlæknar og læknastjórin hava viðmælt, at føroyingar fáa henda serkunnleikan til Føroya, vísti Spastikarafelagið á í blaði í farnu viku.
- Hesir somu serfrøðingarnir hava eisini mælt til, at áðrenn tað hendir, mugu vit gera greitt, hvussu vit seta í verk royndirnar í Føroyum. Tað harmar meg, at Spastikarafelagið er so ótolið. Vit hava tikið málið fram, arbeitt miðvíst við tí í stórum álvara, har vit síðani fara at mæla politisku myndugleikunum til at seta á stovn eina varandi loysn, og harvið seta neyðugu pengarnar av.
Arbeiðsbólkurin, ið er mannaður av fólki úr Almanna- og heilsumálastýrinum, Undirvísingar- og mentamálastýrinum, og umboðum fyri rørslubólkin hjá MBF, hevur havt sín fyrsta fund. Um góðan mánað skulu tey verða liðug við arbeiðið.
- Bólkurin er biðin um at arbeiða óheft av galdandi fíggjarkarmi ella verandi lóggávu. Alt annað hevði verið ov bindandi, um vit miða ímóti at hava eina varandi loysn. Hann skal eisini gera tilmæli um, hvussu samstarvað verður á hesum øki millum almanna- og heilsumálstýrið og undirvísingar- og mentamálastýrið, umframt eitt boð uppá, hvussu nógv hetta kostar.
Á fíggjarlógini næsta ár eru pengar ikki oyramerktir til hetta endamálið.
- Eftir, at vit hava fingið eitt útspæl og eitt uppskot um, hvussu vit fara fram, skulu vit hava eitt politiskt orðaskifti um, hvussu vit útvega neyðugu fíggingina. Spurningurin er, um talan verður um virksemi, sum kann fíggjast innan fyri karmar, vit hava framman undan, ella um tað verður nýtt virksemi burturav.