Útvarpsstøðin Rás 2 hátíðarheldur í dag sín fimm ára føðingardag. Tað eru í dag nevniliga liðin fimm ár síðani Sosialurin keypti Rás 2 og fór at senda útvarp.
Í hesum sambandi hevur Rás 2 boðið fýra politikarum á gátt til kjak. Teir eru Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi mentanmálaráðharri, Bjørn Kalsø, núverandi mentanmálaráðharri og tingkvinnurnar Eyðgunn Samuelsen fyri Javnaðarflokkin og Gunnvør Balle fyri Tjóðveldi.
Kjakið er at hoyra á Rás 2 í løtuni og heldur fram til fram ímóti middegi.