Rás 2 leggur seg nú eftir Klaksvík

Nýggja útvarpsstøðin metir tað verða týðandi stig at fara undir at senda til og úr Klaksvík, men enn er ikki greitt at vaksa um sendiøki

Partur av upprunaligu ætlanini hjá Rás 2, sum nú rættiliga hevur lagt upp til kapping við útvarpsrisan Útvarp Føroya, var at senda til Klaksvíkar.

Í løtuni hoyrist Rás 2 í høvuðsstaðnum, á Skálafjørðinum og onkra aðrastaðni í Eysturoynni. Enn er Klaksvík ikki komin við í sendiøki, men stendur tað til leiðsluna í Rás 2, gongur ikki lang tíð, áðrenn teir eisini kunnu senda til høvuðsstaðin hjá norðoyingum.

? Vit arbeiða við fleiri møguleikum í løtuni, men enn eru vit ikki komin á mál. Vit leggja dent á, at vit skulu hava Klaksvík við innan stutta tíð, sigur Suni Jacobsen, sum er stjóri á Rás 2.

Rás 2 hevur akkurát sett fleiri fólk at taka sær av sendingunum hjá rásini, og næsta stóra stigið, sum rásin ætlar sær at taka, er at senda til og úr Klaksvík.

? Vit gera í løtuni nakað av tilfari av Skálafjørðinum, og tá vit fara at senda til Klaksvíkar er tað upplagt, at vit eisini fara at gera tilfar haðani, sigur Suni Jacobsen.

Tað hevur ljóðað, at Rás 2 skuldi samstarva við Studio Pegasus í Klaksvík, men hendan ætlan tykist verða meira óverulig, enn hon hevur verið. Tí liggur tað í kortunum, at Rás 2 fer at útvega sær ein sendara og sjálvt senda til og úr Klaksvík.

Sosialurin hevur skilt, at onnur arbeiða við at fara undir at senda útvarp í Klaksvík, men hesar ætlanir eru ikki komnar so langt ávegis, at tað ber til at fáa nakað ítøkiligt upplýst um tað.