Rás Tórshavn í Býráðið

Borgarar í Tórshavnar Kommunu gera nú vart við sína ónøgd, og vilja hava Rás Tórshavn aftur at senda. Undirskriftir verða savnaðar saman í býnum, sum skulu handast býráðnum í næstum. Jógvan Arge, býráðslimur, fer nú at reisa málið á býráðsfundi komandi hósdag

Ónøgdir borgarar gera nú vart við seg. Teir vilja hava Rás Tórshavn at senda aftur, og liggja nú seðlar úti í handlum kring býin, har fólk, ið vilja gera vart við sína ónøgd kunnu skriva undir uppá, at tey vilja hava Rás Tórshavn at aftur í kassan.
Jógvan Arge var ein av teimum, sum var ímóti, at Rás Tórshavn varð tikin frá borgarunum í kommununi, og fer hann nú at reisa málið í býráðnum.
? Eg haldi, at tað er áhugavert, at fólk nú gera vart við sína ónøgd, og tað er neyðugt av býráðnum at taka málið uppaftur, sigur Jógvan Arge, sum komandi hósdag á býráðsfundi skjýtur upp, at Rás Tórshavn verður endurstovnað skjótast gjørligt.
Jógvan Arge heldurikki, at tíðin er komin frá ókeypis tænastum, og heldur hann, at henda tænastan er ein góð kommunal tænasta, og á heimasíðuni ger hann greitt, at hann heldur, at Rás Tórshavn skal senda aftur skjótast gjørligt, og rokningina skal kommunan gjalda

Myndatxt: Jógvan Arge vil hava Rás Tórshavn aftur at senda. Býráðið skal gjalda tað, ið tað kostar at fáa rásina aftur at senda