Rás2 í Klaksvík leygarkvøldið

Rás2 fer í vetur at senda tríggj­ar leyg­­ar­kvølds­send­ing­ar úr Klaks­vík. Fyrsta send­ing­in verður nú leyg­ar­kvøldið.

»Leygarkvøld í Klaksvík«, sum Rás2 sendingin kallast, fer at bjóða samrøður, live-tón­leik, kjak, list og annað.
Í fyrstu sendingini vitjar klaks­vík­i­ng­ur­in Jógvan Han­sen, sum er búsitandi í Ís­landi. Við hon­um er eisini tón­leik­ar­in Vign­ar Snær, sum fram­før­ir sam­an við Jógv­ani í send­ing­ini. Teir fara at spæla nakrar sangir live, og eisini verður prátað við Jógv­an – mill­um ann­að um, tá hann fyrstu ferð varð spurd­ur um at syngja við í ein­um tónleikabólki.
Livar Nysted, sum bæði er kend­ur sum listamaður og ævintýrari, hevur fram­sýn­ing við málningum, meðan sendingin er, og hann fer at greiða frá sínum listarliga ar­beiði.
Ungi klaksvíkingur Danny Bald­urs­s­on fer eis­ini at fram­føra live, og í ein­a­rúmi verður prátað við Kris­­­t­­offur Ragnarsson.
Vert­ir fyri sendingarnar í Klaks­vík verða Rannvá Gaard Fossa­­berg og Eyðun Klak­stein.
Fyrsta sendingin verður nú leyg­ar­kvøldið kl. 20.00, og síð­­ani verður ein sending á skránni í november og ein í jan­uar.