Rás2 sendir "Bátaradio" úr Vestmanna seinnapartin

Reportari verður Vilmund Jacobsen. Sent verður beinleiðis millum klokkan 14 og 18 í dag

Sendingin "Bátaradio" á Rás2 verður aftur at hoyra á Rás2 seinnapartin í dag.

 

Rás2 byrjar sendiflatuna seinnapartin klokkan 13 tá sendingin "Spurin", har Petur Zachariassen hósdagin prátaði við fyrireikararnar av bátastevnuni í Vestmanna, Jónfinn Egilsnes og Bárð Nielsen verður endursend.

 

Klokkan 14 verður sent beinleiðis úr Vestmanna. Reportari hjá Rás2 verður Vilmund Jacobsen, sum er væl kendur millum bátafólkið í Føroyum. Vilmund verður við í bátafylginum sum siglur av Fútakletti klokkan 14.30. Allan seinnapartin fer Vilmund Jacobsen at práta við bátafólk, bátastevnugestir og fyrireikarar.

 

Klokkan 18 til 22 verður ein serlig bandað Vestmanna-sending send á Rás2 sum Nærvarpið STAÐIÐ FM 101 og verturnir, Páll Hellu og Pauli Magnussen hava lagt til rættis við brotum úr tilfari úr Vestmanna sum hevur verið sent á Nærvarpinum farna árið.

 

Vestmenningar kunnu lurta eftir sendingunum úr Vestmanna bæði á STAÐIÐ FM 101 og á frekvensinum hjá Hákun M. Christiansen, FM 94,8.

 

Fólk kring landið kunnu lurta á www.midlar.fo, og annars á vanligu frekvensunum, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.