Rás2 sendir jólaradio

Um vikuskiftið sendir Rás2 jól­a­radio til á midnátt, og eisini fer rásin at senda jóla­aft­­­ansmorgun.

Sein­astu dag­arnar hava jól­ini sett dám á send­ing­ar­nar hjá Rás2, og í dag hevur rás­in verið í Run­avík og sent.

Í kvøld frá kl. 19.00 til á mid­­­nátt verða Rannvá Gaard Foss­a­berg og Eyðun Klaks­tein vertir fyri jólaradio, sum verð­ur sent úr Havn.

Leyg­ar­dagin verður byrj­að kl. 13.00, og tá verður sent úr Klaks­vík. Fram til kl. 15.30 verður Eyðun Klaks­tein vertur. Frá kl. 15.30 og til kl. 18.00 verður hond­bólts­frásøgn úr Kollafirði, har Tróndur Arge fer at útvarpa dyst­in millum KÍF og Team Klaks­vík. Heri Simonsen verð­ur í studio. Og frá kl. 18.00 og til á midnátt verða Ragn­hild Ellingsgaard og Hansa Hansen vertir fyri jóla­radio úr Klaksvík.

Sunnudagin verður sent úr Havn frá kl. 14.00 til á mid­nátt. Tá verða Heri Sim­onsen, Eyðfinn Drewsen og Tróndur Arge í studio.
Jóla­aftan frá kl. 9 til 13 verður Heri Sim­onsen í studio, og tá kunnu fólk ringja inn til Rás2 at senda jólaheilsanir og ynskir sær onkran sang.