So er tíðin búgvin at útbygda stórhøllin á Hálsi skal verða karmur um ein landsdyst í hondbólti.
Tað verður veruleiki í kvøld klokkan 19 tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Makedonia spæla EM-undankappingardyst í stórhøllini á Hálsi.
Higartil í kappingini hevur Makedonia tapt 27-33 (15-14) heima ímóti Serbia, og Makedonia tapti 26-38 (13-18) á útivølli ímóti Svøríki.
Føroyar hava tapt 20-36 (9-16) ímóti Serbia á útivølli, og 15-33 (10-19) ímóti Svøríki á heimavølli.
Úrslitini bera boð um, at makedonska liðið ikki hevur som styrki sum tað serbiska og svenska, men talan verður um ein sera torføran dyst hjá teimum føroysku kvinnunum.
Hilmar Jan Hansen sigur frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Makedonia á Rás2. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Samsent verður eisini við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við venjarar og spælarar koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Støðan: | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
11. | 2 | 2 | 0 | 0 | 71:41 | 4 | ||
2. | 2 | 2 | 0 | 0 | 69:47 | 4 | ||
3. | Makedonia | 2 | 0 | 0 | 2 | 53:71 | 0 | |
4. | 2 | 0 | 0 | 2 | 35:69 | 0 |