Í kvøld verður grannauppgerð millum ÍF og Víking í Fuglafirði. Dysturin byrjar klokkan 18.30.
Vinnur Víkingur, so eru teir bert eitt stig frá oddaliðnum, KÍ. Skal ÍF kunnu nærkast HB og B36 í stríðnum um fjórða plássið, so mugu fuglfirðingar hava trý stig. Tí er lagt upp til ein spennandi grannadyst í kvøld.
Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá dystinum á Rás2. In.fo fer eisini at kunna beinleiðis frá dystinum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.
Til ber at hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 98,7, FM 95,9 og á FM 88,7.